Hans Andrias Djurhuus

Føroyskur rithøvundur og skald
(Ávíst frá Hans A. Djurhuus)

Hans Andrias Djurhuus (føddur í Tórshavn 20. oktober 1883, deyður 6. mai 1951) er bróðir navnframa yrkjaran Janus Djurhuus, og saman ganga teir mangan undir heitinum Áarstovubrøðurnir. Orsøkin til navnið er hon, at barnaheim teirra var Áarstova í Havn. Hans Andrias var lærari í fólkaskúlanum, realskúlanum og í læraraskúlanum. Hann verður mangan nevndur "Føroya kærasta fólkaskald"; sum skald var Hans Andrias ógviliga virkin og fjølbroyttur og royndi seg á flestøllum skaldskaparøkjum, t.d. sum yrkjara, sálmaskald, stuttsøgu-og ævintýrahøvund, skaldsøgu-og sjónleikahøvund. Tað mesta av tí, hann skrivaði, er komið út í verkinum Ritsavn I-VII.

Djurhuus verður mangan nevndur Føroya kærasta fólkaskald. Sera væl umtóktar eru ikki minst hansara mongu barnarímur.
Hans A. Djurhuus (h.) saman við J.H.O. Djurhuus, Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen.

Lívssøga

rætta

Hans Andrias Djurhuus varð borin í heimin hin 20. oktobur í árinum 1883. Hans Andrias vaks til í Tórshavn, har barnaheim hansara var Áarstova. Umstøður teirra vóru truplar, og húskið virkaði undir trongum og fátæksligum korum. Faðirin var útróðrarmaður, meðan móðirin var húsmóðir. Í Áarstovu høvdu tey miklan ans fyri mentan og søgu, og faðirin kvað og segði børnum sínum frá gomlum søgum og sagnum. Foreldur Hans Andriasar vóru Óla Jákup Djurhuus og Elsa Maria Djurhuus, ið fingu sera nógv børn saman. Hans Andrias var ikki fyrsta barn teirra, tí áður hevði Elsa Maria borið átta nýføðingar í heimin. Fimm teirra varð ikki lív lagað, og teir andaðust fáar mánaðir eftir barnsburðarnar. Seinni fingu Elsa Maria og Óla Jákup tvær døtur, ið doyðu stutt eftir, at tær vóru bornar í heimin. Fimm av børnum teirra komu tó undan við lívinum, og tey vóru: Armgarð, Janus, Christian, Hans Andrias og Poul Juel. Móðir Hans Andriasar doyði á ungum árum av tuberklasmittuni, ið herjaði um alt landið. Elsa Maria doyði í árinum 1897, og eftir sat faðirin, Óla Jákup, við fimm børnum. Eftir at móðirin var deyð, tók Armgarð, ið var elsta systir Hans Andriasar, húskið á herðar sínar. Svár hevur sorgin verið teimum, og fátæksligu liviumstøður teirra hava neyvan bøtt um støðuna.

Hin 8. august í árinum 1899 stóð grein í Fuglaframa, har Sverre Patursson skrivaði, at Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen fóru undir háskúlavirksemi í Føroyum. Nakað seinni kom Hans Andrias á Føroya Fólkaháskúla at ganga. Tað hevði sera stóran týdning fyri Hans Andrias, at hann kom á Føroya Fólkaháskúla at ganga, tí á skúlanum fekk hann kunnleika til føroyskt mál og bókmentir. Hans Andrias fór nú at yrkja á føroyskum, eftir at hava yrkt á donskum áðrenn. Hans Andrias sat nú og yrkti í Føgrulíð. Háskúlin í Føgrulíð, ið er vestantil á Borðoynni, vakti av álvara yrkjarahug Hans Andriasar. Í árinum 1902 fór Hans Andrias á læraraskúla, har hann tók prógv í 1905. Í tveimum umførum var Hans Andrias eisini á læraraskúla í Danmark. Lærarastarvið gjørdist lívsstarv hansara, og lærari var hann í Sandavági, á Tvøroyri og í Tórshavn. Eitt skifti hevði Hans Andrias eisini verið avloysari í Klaksvík.

Lívið var ikki uttan trupulleikar fyri Hans Andrias. Í árinum 1923 misti hann konu sína, Juttu. Orsøkin var aftur herviliga tuberklasmittan, og Hans Andrias gjørdist einkjumaður. Hans Andrias giftist tó uppaftur í 1925, og í seinnu giftu giftist hann við Petru. Hjúnarlagið teirra millum helt síðani á, inntil Hans Andrias andaðist í 1951.

Ritverkið

rætta

Fyrsta almenna verk Hans Andriasar var yrkingin, Harður er stormur á firði, ið kom út í árinum 1901, meðan Hans Andrias var næmingur í Føgrulíð. Fáar mánaðir frammanundan hevði Janus Djurhuus, eldri bróðir Hans Andriasar, eisini latið úr hondum fyrstu almennu yrking sína. Yrking Janusar fekk betri skoðsmál enn yrking Hans Andriasar, tó at mikið rós varð veitt yrking Hans Andriasar. Sermerktu skaldagávur Hans Andriasar bóru boð um, at eitt stórskald var ávegis.

Hans Andrias Djurhuus er stórvirknasta skaldið, ið Føroyar nakrantíð hava fostrað. Ikki bert hevur hann roynt evni síni sum yrkjari, men harumframt hevur Hans Andrias fingist við onnur sløg av skaldskapi. Hans Andrias hevur millum annað skrivað sjónleikir, ævintýr, stuttsøgur, eina skaldsøgu og mangt annað. Tískil kann ikki sigast annað enn, at ritverk hansara er sera fjølbroytt og fevnir víða.

Tað er tó einki at taka seg aftur í, at týdningarmesti partur av ritverki Hans Andriasar uttan iva er yrkingarnar og barnaskaldskapurin. Yrkingarnar kunnu býtast sundur í fleiri smærri partar, tí sera ymiskt er, hvussu Hans Andrias yrkir. Millum annað hevur Hans Andrias yrkt tjóðskaparsangir, søguligar yrkingar, sjómansrímur, barnarímur, minnisyrkingar og sálmar.

Hóast ritverk Hans Andriasar er sera fjølbroytt og spennir sera víða, sæst týðiliga, at týdningarmiklir felagsnevnarar eru í øllum skaldskapi hansara. Hugsað verður serstakliga um lívskáta og ljósa hugburðin, ið er sum afturljóð í skaldskapi hansara. Tískil er eyðvitað, at lyndi og heimsfatan Hans Andriasar týðiliga koma til ásýnis í skaldskapi hansara. Fatan okkara av Hans Andriasi, sum barnsins og fólksins vinur, er tískil sprottin úr káta yrkingarhátti og lyndi hansara. Føroysku náttúruna, ið er bæði harðbalin og hóttandi, lýsir hann vakra og hugtakandi. Dagsins strev og barnsins leik, ja, alt samalt lýsir hann við miklari gleði og sóma, soleiðis er Hans Andrias og skaldskapur hansara.

Hans Andrias hevur í mong ár veitt føroyska samfelagnum dýrar gripir, ið flestu fólk hava kærar. Av verkum hansara kunnu millum annað nevnast Undir víðum lofti frá 1934, Yvir teigar og tún frá 1936, Sjómansrímur frá 1925, Beinta frá 1927, Søgumál frá 1922 og Føroya søga frá 1924. Navnframastu verk hansara eru tó uttan iva barnabøkurnar Barnarímur frá 1915 og Barnabókin, bd. 1-2 frá 1923-1924. Óvitar og ungdómar hava í mong ár fingið innlit í hesi verk, tí tilfarið í teimum verður dúgliga nýtt til skúlabrúks.

Í skaldskapi sínum vendir Hans Andrias sær tessvegna til bæði vaksnamannasálina og barnasálina. Káta huglagið eyðkendi Hans Andrias sum persón, nakað ið týðiliga sæst aftur í skaldskapi hansara.

Ritverkið í pørtum

rætta

Barnaskaldskapurin

rætta

Sálmarnir

rætta

Sjómansrímurnar

rætta

Útgivið

rætta

Yrkingasøvn

rætta
  • 1905 - Hin gamla søgan
  • 1915 - Barnarímur
  • 1916 - Hildarljóð
  • 1922 - Søgumál
  • 1925 - Sjómansrímur
  • 1932 - Halgiljóð
  • 1934 - Morgun- og kvøldsálmar
  • 1934 - Undir víðum lofti
  • 1936 - Yvir teigar og tún
  • 1936 - Havet sang

Sjónleikir

rætta
  • 1908 - Marita
  • 1917 - Annika
  • 1930 - Álvaleikur
  • 1930 - Eitt ódnarkvøld
  • 1933 - Traðarbøndur
  • 1935 - Ólavsøkumynd
  • 1936 - Løgmansdótturin á Steig
  • 1947 - Leygarkvøld í Bringsnagøtu

Ymiskt

rætta
  • 1922 - Eitt ár til skips (smásøgur & ævintýr)
  • 1922 - Barnabókin
  • 1924 - Føroya søga
  • 1927 - Barnabókin, økt útgáva
  • 1927 - Beinta (skaldsøga)
  • 1929 - Ævintýr
  • 1950 - Í mánalýsi (minnisrit)
  • 1952 - Føroya søga, økt útgáva

Sagt um Hans Andrias og skaldskap hansara

rætta

Christian Matras sigur:

rætta
  • Einki føroyskt skald hevur havt so miklan týdning fyri tað almenna fólkið sum hann. (Føroysk bókmentasøga. Síða 97.)
  • Glæsiligari røðumaður hevur neyvan staðið á steininum enn hann. Men so bundið var tað at løtuni, at manninum sjálvum, sum hann stóð har og livdi við kropp og sál, at tað oftast var vónbrot at lesa orðini, tá tey komu á prent. (Nøkur mentafólk. Síða 33.)
  • Hann er ein av teimum fáu yrkjarunum, sum hava dugað at yrkja og skriva fyri børn, so at orðini fáa av sær sjálvum barnsins huga á flog. (Nøkur mentafólk. Síða 35.)
  • Fyri børn og fyri tilkomið fólk, sum eigur eitt sindur av barninum eftir í sær, skapaði hann sín besta skaldskap. (Nøkur mentafólk. Síða 35.)

Rikard Long sigur:

rætta
  • Hjá Hans Andriasi eru tað kenslurnar, ið eiga valdið. Hitt reint hugsunarliga ofta eins og dvínir fyri tí ríkt vellandi kensluflóð. (Kveikt og kannað. Síða 123.)
  • Tað er ljósinum, tí livandi og leikandi, sum hann vígar sínar bestu sangir. (Kveikt og kannað. Síða 126.)
  • Skaldskapur hansara kann líknast við ein stóran og víðan urtagarð, har alt stendur í fagrasta blóma, alt sprettur og grør, men lítið verður lúkað og urtagarðsmaðurin fær seg ikki til at nýta knív ella saks. (Kveikt og kannað. Síða 146.)
  • Ikki minsta týdningin fyri hann fekk samveranin við Mikkjal skald á Ryggi, ið tá var heima í Miðvági. Ofta vitjaðu teir hvør annan, og bæði líkir og ólíkir í skapi, sum teir eru, so høvdu teir sterka ávirkan hvør á annan, og kapping teirra hevur hjá báðum sett sær virðifull merki í skaldskapi. (Kveikt og kannað. Síða 130.)

William Heinesen sigur:

rætta
  • Skald var Hans Andrias út í odd og egg og inn í mønu og merg. (William ummælir fagrar listir. Síða 107.)
  • Sinni hansara uddi at kalla altíð við rútmu og rími og við skaldsligum myndum. (William ummælir fagrar listir. Sìða 107.)
  • Tín fyrsta hugmynd av einum skaldi, tað er Hans Andrias. (William ummælir fagrar listir. Sìða 62.)
  • Fyri tey fáu, fyri tey ógvuliga vandnu, stendur hann sum eitt skald, ið ofta fer ov lætt um tað listarliga, hann er ofta ov leysur í skapi, tekur seg sjálvan uppaftur ov ofta evni, sum hann bert fær lítið virði úr. (William ummælir fagrar listir. Sìða 63.)

Sigurð Joensen sigur:

rætta
  • Hans Andrias er føðin hjá okkara uppvaksandi tjóð. Hann er breyðið, hon etur í uppvøkstrinum og loftið, hon andar niður í seg. (Eg stoyti heitt. Síða 106.)
  • Hann, sum hevur dugað yrkingar hansara frá barnsbeini, hann veit at tær batna við aldrinum. (Eg stoyti heitt. Síða 107.)

Símun av Skarði sigur:

rætta
  • Sjálvandi finnast eisini veikar og bleikar yrkingar ímillum. (Símun av Skarði III. Síða 406.)
  • Er ikki at undrast á, at ikki alt verður av einslistum hjá manni, ið smíðar so nógv sum H.A.D. (Sìmun av Skarði III. Síða 406.)


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið