Føroya Fólkaháskúli

Føroya Fólkaháskúli byrjaði sítt virksemi í leigaðum hølum á Stongunum í Klaksvík 5. november 1899. Árið eftir varð flutt í nýbygd hús í Føgrulíð vestanfyri Klakk - út móti Leirvíksfirði. Í 1909 vórðu bæði bygningurin og háskúlavirksemið flutt út í Hornabø í Havn, og har heldur Føroya Fólkaháskúli til enn.

Føroya Fólkaháskúli byrjaði í 1899.

Føroya Fólkaháskúli er ein grein av háskúlarørsluni, sum tók seg upp í Danmark um miðja 19. øld. Háskúlarørslan legði alstóran dent á "tað livandi orðið", ella um vit brúka eina nútíðarliga orðing: persónliga menning og almenna upplýsing. Stovnararnir, Rasmus Rasmussen úr Miðvági 1871 - 1962) og Símun av Skarði, ættaður av Skarði í Kunoy, (1872 - 1942), høvdu báðir verið á Askov Højskole skúlaárini 1896/1897 og 1897/1898. Símun var frammanundan útbúgvin lærari, og Rasmus var húsasmiður. Í 1898 fór Rasmus so á Danmarks Lærerhøjskole at fáa sær hægri útbúgving. Um summarið 1899 komu teir báðir heim til Føroya og fóru undir at fyrireika fyrsta háskúlaskeiðið, sum so byrjaði um heystið 1899 við 16 næmingum.

Stjórar á Føroya Fólkaháskúla rætta

Keldur rætta

Árni Dahl: Bókmentasøga II, s. 48ff

Slóðir úteftir rætta