Lat upp høvuðsmeny

Sverre Patursson

føroyskur rithøvundur og fuglafrøðingur

Sverre Patursson livdi frá 22. september 1871 til 10. november 1960. Hann umsetti skaldsøguna Robinson Crusoe til føroyskt í 1914, tað var fyrsta skaldsøga, sum kom út á føroyskum máli. Sverre var sonur Poul Peder Pedersen (Páll Patursson) (1836-93) og Ellen Cathrine Djonesdatter (Elin Dalsgarð) (1840-1934). Giftur 28.januar 1911 í Kirkjubø við Agnes Lindemann, sum var fødd 6. apríl 1890 í Keypmannahavn. Sverre var beiggi Jóannes Patursson og Helenu Patursson.[1]

ÚtgávurRætta

 
Fuglaframi nr. 1 frá 12. apríl 1898
  • Fuglar og fólk. Kirkjubøur: Øssur Patursson, 1968. (176 s.) (kom út fyrstu ferð í 1928)
  • Fram við Sugguni : søgur, greinir, røður og yrkingar. Tórshavn: Emil Thomsen, 1971. (172 s.)
  • Fuglaframi: 1898-1902. Tórshavn: Offset-prent, Emil Thomsen, 1972 (408 s., samlað verk)
  • Fra Færøernes næringsveie i tekst og billeder : med historisk oversigt. Tórshavn: Sjóvinnubankin, 1982. (76 s.)
  • Ábal og aðrar søgur Tórshavn: Føroya skúlabókagrunnur, 2. opl. 2004. (45 s., skúlabók)

KeldurRætta

  1. DenStoreDanske.dk



Sí miðlasavnið