Borðoy
Borðoy | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 95,0 km² |
Vatn | 0,1 %
|
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 4 954 (2014) |
Íbúgvatættleiki | 52,4 /km² |
Borðoy liggur mitt í Norðoyggjum. Hon er nógv innskorin og hevur tí nógvar endar, barð, og oyggin hevur fingið navn eftir hesum barðum. Nógv tað størsta plássið er býurin Klaksvík, sum við sínum 4 600 fólkum hevur 80 % av fólkatalinum í Norðuroyggjum. Hon er eisini størsta fiskivinnuhavnin í landinum.
Borðoy er tann størsta av teimum seks Norðoyggjunum og hevur 8 bygdir. Frá suðuri: Norðoyri, Klaksvík, Ánirnar, Árnafjørður, Norðtoftir, Depil, Norðdepil og norðast er tann nú manntóma bygdin Múli. Borðoy er kend fyri sína fjølbroyttu náttúru við stórbærum fjøllum, djúpum dølum og vøkrum firðum.
Í 1837 bygdi Kongaliga einahandilin úthandil í Klaksvík. Tá ið einahandilin helt uppat, vórðu handilshúsini seld. Í dag eru tey karmur um fornminnissavnið í býnum. Í 1963 fekk Klaksvíkin nýggja stásiliga kirkju, sum hóskar sera væl til príðiligu fjøllini uttanum býin.
Bygdir
rættaÁnirnar, Árnafjørður, Depil, Klaksvík, Múli, Norðdepil, Norðoyri, Norðtoftir, Skálatoftir, Strond