Jørgen-Frantz Jacobsen

Jørgen-Frantz Jacobsen (29. november 1900 - 24. mars 1938).

Jørgen-Frantz Jacobsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 29. nov 1900 í/á Tórshavn
Andaðist 24. mar 1938 í/á Vejle
Starv høvundur, journalistur, yrkjari
Mál Føroyskt mál, danskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000108647026
VIAF 4982263
LCAuth n84054848
IMDB nm0414740
Commons Jørgen-Frantz Jacobsen
Jørgen-Frantz Jacobsen saman við J.H.O. Djurhuus, William Heinesen og Hans A. Djurhuus

Jørgen-Frantz Jacobsen úr Tórshavn var cand. mag. í søgu og fronskum frá Keypmannahavnar universiteti. Hann hevði sera stóran áhuga fyri søgu, og skrivaði sum blaðmaður í Keypmannahavn eina røð av kronikkum og greinum, umframt tvær avbera góðar bøkur um Føroya politisku viðurskifti við Norðurlond og Danmark. Longu 21 ára gamal fekk hann tuberklar í lungunum, og drúgv tíðarskeið av sínum stutta lívi var hann bundin at bróstsjúkrahúsum.

Jørgen-Frantz Jacobsen hevði bókmentaligar ætlanir, og í 1934 fór hann undir lívsverk sítt - ta søguligu bókina Barbaru. Skaldsøgan, ið varð skrivað á donskum (Barba og Harra Pál, føroysk týðing, Christian Matras) og kom út árið eftir deyða hansara, gjørdist brátt víðagitin og varð týdd til mong mál. Jørgen-Frantz náddi ongantíð at skriva endan á søguni, og hesin er tí skrivaður av Williami Heinesen. Teir høvdu tosað saman um, hvussu søgan skuldi enda, og tí er endin væntandi í anda Jørgen-Frantz'.

Jørgen-Frantz Jacobsen var yvirhugaður brævskrivari og stóð í føstum brævaskifti við javngamla vinmann sín og frænda, Williami Heinesen skaldi (1900-91), ið eisini var tikin úr leikum sum brævskrivari. William Heinesen gav í 1963 út eitt úrval av brøvunum hjá Jørgen-Frantz í bókini Det dyrebare liv (føroyskt: Dýrmæta lív). Í einum brævi verður tikið til:

Lívið er stórt og demoniskt, vert at elska og akta. Og tað allarstørsta í lívinum er aftur sættingin. Eg havi vitað hetta, síðan eg fyri brátt 8 árum síðan, tá ið hart leikaði á, fataði 5. symfoni Beethovens.

Í brøvunum umrøður hann sítt at síggja til vónleysa ástarband við eitt konufólk, sum hann rópar Barbaru, og sínar ætlanir um at skriva eina skaldsøgu, hvørs søgugongd skal uttaná byggja á sagnir um ta ungu prestakonuna Beintu Broberg, ið hugtók øll við sínum vakurleika og yndi. Hendan søguliga sorinskrivaradóttir var eftir søgnini tveimum monnum at deyða og tí triðja til stóra vanlukku. Men tað søguliga hevur einans týdning sum ytri ramma - tann samansetta, órannsakandi og sera menniskjaliga Barba hevur lítið til felags við tað ónda konufólkið í søgnini. Um Barbu skrivar hann:

...Hon er eisini trúgv á sín hátt. Men hon fellur altíð. Tað er nakað sorgarligt í hesum: tí vónleysa stríðnum ímillum tað góða í Barbu og tað óálítandi.

Keldur

rætta

Slóðir úteftir

rætta