Beinta Broberg

Beinta Kristina Broberg, veruliga Bente Christine Broberg (uml. 1667 - 15. februar 1752) er tann kvinnan, sum skaldsøgan Barbara er bygd á, og harvið ein av gitnastu kvinnum úr Føroyum.

Beinta Broberg
Faroe stamp 317 film barbara.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1667 í/á Tórshavn
Andaðist 15. feb 1752
Dátuheiti

Beinta er fødd uml. 1667 í Tórshavn, dóttur sorinskrivaran Peder Sørensen Broberg (?-1695) og Birgitte Marie Jensdatter Bøgvad (1647-1715). Bæði foreldrini vóru donsk. Hon var gift tríggjar ferðir:

  1. uml. 1695 við sóknarpresti Jónas Jónasen (uml. 1660 - uml. 1700). Hann kom úr Danmark og var prestur í Norðoyggjum á Viðareiði.
  2. uml. 1702 við sóknarpresti Niels Gregersen Aagaard, (1672 - 18. apríl‎ 1706). Tá hann kom úr Danmark til Føroyar, flutti hann við Beintu til Miðvágs í Vágum, har hann bleiv prestur.
  3. uml. 1706 við sóknarpresti Peder Ditlevsen Arhboe, (23. november 1675 - 7. januar 1756), eftirfólk sum prestur í Vágum, men í 1718 var hann dømdur frá sínum embæti orsakað av stríði við fólki í bygdini.

Slóðir úteftirEdit