Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (Nordisk Råds Litteraturpris) varð stovnað av norðurlendsku stjórnunum í 1961. Virðislønin verður latin árliga av Norðurlandaráðinum, fyrstu ferð í 1962. Í 1962 var virðislønin 50.000 dkk. Síðan 1995 hevur hon verið 350.000 dkk.
Virðislønin verður latin fyri eitt bókmentaligt verk skrivað á norðurlendskum máli. Endamálið við virðislønini er at økja um áhugan fyri máli og bókmentum í Norðurlondum og fyri norðurlendska mentanarfelagskapinum.
Higartil hava bert tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum. Tóroddur Poulsen hevur verið tilnevndur seks ferðir: 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014.[1] Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013, meðan Carl Jóhan Jensen hevur verið tilnevndur fýra ferðir: 1991, 1998, 2007 og 2008.
Móttakarar
rættaSí eisini
rættaKeldur
rætta- ↑ Norden.org, Nominerede 1962-2012
- ↑ Joanna Rubin Dranger får Nordisk Råds litteraturpris 2023, norden.org, 31-10-2023
- ↑ Solvej Balle fik Nordisk Råds litteraturpris 2022, norden.org, 1-11-2022
- ↑ Rå grønlandsk roman snupper Nordisk Råds Litteraturpris, bt.dk 2-11-2021
- ↑ Monika Fagerholm skriver perfekt fra tavshedens mørke , information.dk
- ↑ "Overvældet Kirsten Thorup takker for nordisk litteraturpris". DR. 1. november 2017. https://www.dr.dk/nyheder/udland/overvaeldet-kirsten-thorup-takker-nordisk-litteraturpris. Heintað 2. november 2017.