Íslendskt mál
Íslendskt er eitt indo-evropeiskt mál. Tað hoyrir til ta vesturnorrønu málættina saman við føroyskum, norskum og hinum nú útdeyða norn, sum norrøna málið í Hetlandi nevndist.
Íslendskt íslenska | ||
---|---|---|
Tosað í: | Ísland. | |
Tosandi íalt: | 320 000 | |
Málætt: | Indo-evropeisk Germanskt Norðurgermanskt Vesturskandinaviskt Íslendskt. | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | is | |
ISO 639-2: | ice (B) / isl (T) | |
ISO 639-3: | isl
. |
Sviar, norðmenn og danir skilja heilt væl hvønnannan. Teir hava størri trupulleikar við íslendskum, hóast íslendskt líkist tí skandinaviska málinum, ið varð tosað fyri túsund árum síðan. Næstringur hjá íslendskum er føroyskt, men málini eru ikki so lík, at ein íslendingur skilir ein føroying uttan trupulleikar.
Málskyldskapur
rættaFøroyskt og íslendskt eru grannamál. Hugsa vit um uppruna, stavseting ella orðatilfar, eru tey nær í ætt. Men munurin er á reglunum viðvíkjandi framburði. Tá ið landnámsmenn í 9. øld hildu vestur í hav úr Vesturnoregi, settu summir búgv í Íslandi, summir í Føroyum, og uppaftur summir funnu sær bústað í oyggjalondum sunnan fyri Føroyar. Hesir niðursetumenn vóru ættaðir av vesturstrond Noregs og bóru sjálvsagt við sær tey bygdamál, ið talað vórðu har um leiðir. Mál teirra kalla vit norrønt.
Fyrstu øldirnar hendir valla tað nógva málinum viðvíkjandi í hesum nýbygdu londunum. Føroyingurin, íslendingurin og hetlendingurin, sum hittust um ár 1000, mundu uttan størri tvørleika skilja hvør annan. Men sum øldir liðu fleiri, tók málið at broytast í ljóði, soleiðis at smátt um smátt sprettur íslendskt úr norrønum og føroyskt úr somu rót. Stóra broytingarskeiðið verður ofta sett til hvarvið 1300 til 1500. Kemur tú í einum teksti fram á orð sum til dømis "blað", "bátur" ella "vík", so heldur tú ivaleyst tekstin at vera føroyskan. Men tað er ikki vist, at hann er føroyskur. Hann kann eins væl vera íslendskur. Men biður tú eitt íslandskt og eitt føroyskt fólk lesa hesi 3 orðini upp, so hoyrir tú mun alt fyri eitt.
Málføri
rættaSkulu vit tosa um bygdarmál (fø. málføri, ísl. mállýskur) í Íslandi, er fyrst at siga, at munurin á málinum í teimum ymsu pørtunum av landinum er lítil. Tann munur ið er, er fyrst og fremst í framburðinum. Skilt verður t.d. ímillum harðmæli á Norðurlandinum (frá Héraðsvötnum og eystur í Vopnafjörð) og linmæli aðrastaðni í landinum. Í harðmæli eru k, p og t fráblást í innstøðu aftan á langt sjálvljóð, meðan tey eru ófráblást í linmæli, ljóðskrivað ávíkavist [kʰ, pʰ, tʰ] og [b, d, g]. Ein partur av harðmælisøkinum, serliga Eyjafjarðarsýsla, hevur raddað ljóð undan p, k og t; dømi vanta [vantʰa], lampi [lampʰi], hjálpa [jaulpʰa], meginparturin av landinum hevur óruddaðan framburð, t.d. [vandta], [lambpi] og [jaulbpa].
Sí eisini
rættaÁvísing úteftir
rætta- Íslensk málstöð Archived 2014-02-03 at the Wayback Machine.