Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens

mentanarvirðisløn

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári.

M.A. Jacobsen

Um virðislønirnarEdit

Fyrsta virðislønin varð latin í 1958.[1][2] Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.

Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Í skrivandi stund (2020) eru hesi limir í nevnd M.A. Jacobsens: Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Vónbjørt Vang býarbókavørður er skrivari. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.[1][3]

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.

Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.

Hesi hava fingið virðislønir gjøgnum áriniEdit

Síðan 1969Edit

  Fagurbókmentir Yrkisbókmentir Annað mentanaravrik
2020 Lív Maria Róadóttir Jæger[a] Hjalmar P. Petersen [b] Jógvan D. Hansen [c]
2019 Oddfríður Marni Rasmussen Hanus Kamban Bernharður Wilkinson
2018 Rannvá Holm Mortensen[6] Eingin Edward Fuglø
2017 Sissal Kampmann Eingin Simme Arge Jacobsen
2016 Heðin M. Klein[d] Eingin Eilif Samuelsen[e]
2015 Carl Johan Jensen [f] Jóan Pauli Joensen [g] Jákup Veyhe
2014 Kim Simonsen Óli Olsen Margreta Næss
2013 Katrin Ottarsdóttir [h] Poul Jespersen Turið Sigurðardóttir [i]
2012 Jóanes Nielsen [j] Eivind Weyhe Jens-Kjeld Jensen
2011 Eingin Nicolina Jensen Beder [k] Jógvan Isaksen [l]
2010 Tóroddur Poulsen [m] Rógvi Mouritsen [n] Bjørki Geyti [o]
2009 Vida Akselsdóttir Højgaard[15] Birgar Johannessen [p] Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
og Oddfríður Marni Rasmussen [q]
2008 Sólrún Michelsen Hanus Kjølbro Anna Kirstin Thomsen
2007 Martin Joensen Petur Jacob Sigvardsen Laura Joensen
2006 Carl Jóhan Jensen Guðrun Gaard Ebba Hentze
2005 Eingin Turið Kjølbro Jón Tyril
2004 Sigri M. Gaïni Gianfranco Contri Mortan Winther Poulsen
2003 Eingin Marianne Clausen Vilhelm Magnussen
2002 Oddvør Johansen Andras Mortensen Kristian Blak
2001 Annfinnur í Skála Bogi Hansen Zacharias Hammer
2000 Oddfríður Marni Rasmussen Zakarias Wang Rigmor Restorff
1999 Eingin Dorete Bloch Martin Tórgarð
1998 Eingin J.P. Gregoriussen Frits Johannesen
1997 Petur Jensen Doris Hansen Ólavur Hátún
1996 Eingin Elin Súsanna Jacobsen Árni Dahl
1995 Kári P. Martin Næs Eingin
1994 Eingin Jógvan Isaksen Eingin
1993 Jens Pauli Heinesen Malan Marnersdóttir Oskar Hermannsson
1992 Tóroddur Poulsen Eingin Eingin
1991 Bárður Jákupsson Jóhan Hendrik Winther Poulsen Eingin
1990 D. P. Danielsen Svenning Tausen Eingin
1989 Carl Jóhan Jensen Axel Tórgarð Eingin
1988 Rói Patursson Sigurd Berghamar Karsten Hoydal
1987 Astrid Joensen Eyðun Andreassen Sigurð Joensen
1986 Hanus Andreassen Hans Jacob Debes Eingin
1985 Heðin M. Klein Niels Juel Arge Kristian O. Viderø
1984 Jóanes Nielsen Jóhannes av Skarði Eingin
1983 Oddvør Johansen Jørgen M. Olsen Petur W. Háberg
1982 Gunnar Hoydal Jóannes Rasmussen Eingin
1981 Steinbjørn B. Jacobsen Erlendur Patursson Eingin
1980 Christian Matras Hanus Andreassen Eingin
1979 Regin Dahl Bjarni Niclasen Eingin
1978 Hans Thomsen Maria Eide Petersen Eingin
1977 Alexandur Kristiansen Jeffrei Henriksen Eingin
1976 Richard Long Óluva Skaale og
Marius Johannesen
Eingin
1975 William Heinesen Sámal Johansen Eingin
1974 Guðrið Helmsdal Jákup í Jákupsstovu Eingin
1973 Jens Pauli Heinesen
og Regin Dahl
Einar Joensen, Poul Petersen
og Katrina Østerø
Eingin
1972 Eingin Eingin Eingin
1971 Eingin Eingin Eingin
1970 Eingin Eingin Eingin
1969 Jens Pauli Heinesen [r]

Rói Patursson [s]

og Hans J. Glerfoss [t]

Hanus D. Joensen [u]

og Rólant Lenvig [v]

Eingin

Áðrenn 1969Edit

Áðrenn 1969 vórðu hesar mentanarvirðislønir latnar:

  Fagurbókmentir Yrkisbókmentir/Mentanaravrik
1968 Eingin Robert Joensen [w]
1967 Eingin heiðursløn varð latin Johanna Maria Skylv-Hansen
1966 Hans Dalsgaard og Jógvan Símun Hansen
1965 Christian Matras og Páll J. Nolsøe
1964 Heðin Brú
1963 Poul F. Joensen
1962 Martin Joensen
1961 Karsten Hoydal
1960 Valdemar Poulsen
1959 R. K. Rasmussen og Jens Pauli Heinesen
1958 Jóan Christian Poulsen og T.N. Djurhuus

Hygg eisini atEdit

Ávísingar úteftirEdit

ViðmerkingarEdit

  1. Hon fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið "Eg skrivi á vátt pappír". Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: Eg skrivi á vátt pappír er nýskapandi formliga og innihaldsliga. Heimurin er ein røð av uppliving-arfyribrigdum, sum savnið greinar á poetiskan hátt gjøgnum ævisøguligar hendingar og lýsingar av náttúru, atburði og tannárum. Skrivingin er í miðdepli, har “tann skrivandi er ein onnur”. Summar yrkingar eru myndalýsingar, og summar sitera opið ommuna og aðrar yrkjarar. Á henda hátt fær savnið vítt útsýni, eins og tann gerandisligi málburðurin er fyltur við eyka merkingum og frábrigdum.[4][3][5]
  2. Hann varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: Mállæra 1 og 2 lýsa nútíðarføroyskt. Tær eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar.[4][3]
  3. Hann varð heiðraður fyri mentanaravrik. Nevndin sigur soleiðis: Hann hevur á eyðskildum máli megnað at bera fram djúptøknar og torgreiddar tilveruspurningar og etiskar tvístøður fyri einum breiðum skara.[4][3]
  4. Hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri Tað orðið.[7][8][9][10]
  5. Hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Nevndin segði, at hann hevði halgað sína tíð sum eftirløntur til at geva okkum klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli. ”Eilif hevur ríkað okkum við heimspekiligum dýrgripum á móðurmálinum”[11]
  6. fyri "Eg síggi teg betri í myrkri"
  7. fyri "Bót og biti"
  8. fyri Eru koparrør í himmiríki
  9. fyri at hava týtt nógv til føroyskt
  10. fyri Brahmadellarnir frá 2011.
  11. fyri Seyður ull og tøting[12]
  12. fyri sítt virksemi í Mentunargrunni Studentafelagsins
  13. fyri Útsýni.[13]
  14. fyri bókina Fiskar undir Føroyum
  15. fyri Føroya Sjósavn[14]
  16. fyri Havnin - fólk og yrki[16]
  17. fyri Vencil[17]
  18. fyri fagrar bókmentir fyri søgusøvnini Aldurnar spæla á sandi og Gest.[18]
  19. fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið Yrkingar.[18]
  20. fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasøvnini Kvirra í reyðum og bláum, Til B og Fjallafossar.[18]
  21. fyri yrkisbókmentir fyri bókina Alisfrøði.[18]
  22. fyri yrkisbókmentir fyri bøkurnar Landalæra 2 og 3.[18]
  23. fyri yrkisbókmentir 1968 fyri bókina Býta seyð og fletta, og fyri starv hansara við útgávu av bókum við siðsøguligum innihaldi.[18]

KeldurEdit

  1. 1.0 1.1 Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens latnar hósdagin, dagur.fo, 6. november 2018
  2. Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 60 ár á baki, bbs.fo
  3. 3.0 3.1 3.2 3.3 Hesar fingu bókmentavirðislønirnar, dagur.fo, 9. okt. 2020
  4. 4.0 4.1 4.2 Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fingu mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020. , r7, 9. okt. 2020
  5. Tá ið omman verður poesi, kvf.fo, 09-10-2020
  6. Vang, Vónbjørt (8. november 2018). "Rannvá, Edward og Vár fingu virðislønir". Býarbókasavnið. https://www.bbs.fo/fo/nyheder/short-news/rannva-edward-og-var-fingu-virdislonir. Heintað 4. oktober 2019. 
  7. Heðin M. Klein fekk M.A.Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir, listaportal.com
  8. Heiður til Heðin, norden.fo
  9. "Heðin M. Klein fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri Tað orðið". portal.fo. 2016-10-21. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-10-21. http://archive.today/l4fPo. Heintað 10. oktober 2020. 
  10. Tað orðið, sprotin.fo
  11. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í ár og síðani 1958, oyggjatidindi.com
  12. BBS.fo, Nicolina Jensen Beder - Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011
  13. Samfundet-Sverrige-Faroarna.se, Nominerad till Nordiska rådets litteraturpris
  14. FaroeNature.net
  15. http://aktuelt.fo/grein/vida_besti_rithovundur
  16. BBS.fo, Birgar Johannessen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009
  17. BBS.fo, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2009
  18. 18.0 18.1 18.2 18.3 18.4 18.5 Orðingar 1958-1969, bbs.fo