Føroya Sjósavn
Føroya Sjósavn varð sett á stovn í 2006, við ti endamáli, at sýna fram dýr og plantur sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya Sjósavn heldur til í gamla íshúsinum á Argjum. Savnið er eitt stað, har millum annað skúlaflokkar, barnagarðsflokkar og aðrir bólkar kunnu koma á vitjan, eins og almenningurin kann vitja Sjósavnið. Føroya Sjósavn er skipað sum grunnur við nevnd og einum dagligum rakstri. Framsýningarnar hava síðan 2006 verið í íshúsinum á Argjum. Serligur dentur verður lagdur á at hava livandi framsýningar.
Eini 200 fiskasløg eru fingin undir Føroyum. Fleiri teirra eru at síggja í kørum savnsins.
Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul hjá savninum.