Oskar Hermannsson
Oskar Hermannsson (føddur í 1920 í Vestmanna, deyður í 1995) var føroyskur rithøvundur og yrkjari.
Oskar Hermannsson búði í Tórshavn, har hann starvaðist sum prentari og var ritstjóri á jólablaðnum Følv 1940-1979 og ritstjóri á Glugganum 1957-1959.[1]
Hann yrkti m.a. Beinta til lag eftir C. Wahl, og hesin barnasangurin er at finna á plátuni Annika og Jógvan við Anniku Hoydal og Jógvani Telling. Eisini hevur hann yrkt sangtekstin "Skiparin lítli".
Hann skrivaði og myndprýddi eisini í Míni jólabók.[1]
Føroyski barnabókarithøvundur, teknari og listamaður Bárður Oskarsson er abbasonur Oskar Hermannsson.
Útgávur
rætta- 1955 - Tussarnir á tussatindum í Míni jólabók
- 1956 - Ein summarseiður í Míni jólabók
- 1961 - Skinnflugan í Míni jólabók
- 1982 - Dalatussar í Míni jólabók
- 1983 - Ímillum hest og manna í Míni jólabók
- 1984 - Skinnflugan Grindalokkurin Eiturkoppurin í Míni jólabók
- 1992 - Undir tussafjøllum[2]
Heiður
rætta- 1993 - Virðisløn M. A. Jacobsen fyri mentanarlig avrik.
Ávísingar úteftir
rætta- Oskar Hermannsson Archived 2023-05-12 at the Wayback Machine, bokaklubbin.fo
Keldutilfar
rætta- ↑ 1.0 1.1 Oskar Hermannsson, bokaklubbin.fo
- ↑ Undir tussafjøllum, bokaklubbin.fo