Annika Hoydal, 2008 í Slesvig.

Annika Hoydal (fødd 19. november 1945) er ein sjónleikari, songkvinna og tónasmiður úr Havn. Hon er limur í bólkinum Harkaliðið. Hon er búsitandi í Danmark har hon m.a. hevur virkað sum sjónleikari á palli, í filmi, sjónvarpi og útvarpi.

LívsleiðRætta

Annika er fødd í Havn, hon er dóttir føroyska rithøvundan og politikaran Karsten Hoydal og donsku Marie Louise Hoydal, fødd Falk-Rønne. Hon hevur tríggjar brøður: Gunnar, Kjartan og Egil. Hon er uppvaksin í Føroyum og í Ekvador í Suðuramerika, har familjan búði í nøkur ár. Seinni hevur hon eisini búð í Spania og Skotlandi. Í 1973 var hon útbúgvin sum sjónleikari á Statens Teaterskole, men hennara royndir sum sjónleikari byrjaði longu í 1960-árunum við studentakabaret í Hoydølum, og í 1968 spældi hon við í í ”Færinger frænder” á Fiolteatret í Keypmannahavn.

Hon hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár og er kend í øllum Norðanlondum og í Týsklandi sum sjónleikarinna. Hon hevur eisini verið sera virkin sum songkvinna. Í 1973 útgav hon plátuna Til børn og vaksin við barnasangum, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt. Henda útgávan var útgivin sum CD í 1998. Annika luttók í Dansk Melodi Grand Prix 1979 við sanginum "Aldan", sum hon sjálv hevði gjørt lag til, og sum bróðir hennara Gunnar Hoydal hevur yrkt.[1] Sangurin gjørdist nummar fýra.

Í 1966 sang hon á fyrsta sinni við Harkaliðnum í Føroyum. Tey gjørdust sera vælumtókt og eru enn virkin av og á, tó við broyttari manning: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen.

Politikarin Høgni Hoydal er bróðursonur Anniku.

ÚtgávurRætta

Annika HoydalRætta

  • 1973 Til børn og vaksin LP/CD 1998.
  • 1977 Annika og Jógvan v/ Jógvan Telling Joensen. LP/MC.
Á hesari plátuni, sum ber áskriftina Fylt nísa er millum annað barnasangurin Beinta, sum er yrktur av Oskar Hermannsson og hevur lag eftir C. Wahl.
  • 1981 Mit eget land LP/MC 1981/CD 2004.
  • 1983 Spor í sjónum LP/MC/CD 2004.
  • 1983 Spor i vandet LP/MC/CD 2004.
  • 1991 Dulcinea á føroyskum. CD/MC.
  • 1991 Dulcinea á donskum. CD/MC.
  • 1997 Havið CD.
  • 1997 The Ocean CD.
  • 2000 Stjerner mine venner v/ William Heinesen. CD.
  • 2005 Til børnini hjá børnunum CD.

HarkaliðiðRætta

Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni)

  • 1969 Úr kabarettini EP.
  • 1970 Úr kabarettini EP.
  • 1971 Í dans/eitt kvøldið so síðla S.
  • 1971 Harkaliðið LP/MC 1990/CD 2001.
  • 1973 Vind op, vind op i rå/Herr Sinklar S.
  • 1989 For Sale CD/MC.
  • 1990 Mjólkavegurin MC.
  • 1991 Nýtt og grovt gamalt MC/CD 2004 + 1 skering.

Sjónleikir í úrvaliRætta

Sjónleikir Pallur/Sjónleikarhús
Kabarettirnar Sjónleikarhúsið, Tórshavn[2]
Færinger Frænder Fiolteatret
Cabaret Det Danske Teater
Den Hvide Hore Café Teatret / Folketeatret
Kasper Häuser Boldhusteatret
Some Like it Hot Gladsaxe Teater
Circus ½ Fiolteatret
Kommunens Sidste Dage (Genivieve) Fiolteatret
Saltomortale Café Teatret
Hvønn Stakkin skal eg Fara í Pápi (Annika í Dímun) Sjónleikarhúsið, Tórshavn
To Akter om Fem Kvinder ( Anne Sofie) Folketeatret
Et Drømmespil ( portnerkonen ) Posthusteatret
Mågen ( Masja ) Det Danske Teater
Sommerhuset ( Susanne ) Odense Teater
Kat på et varmt Bliktag ( Svigerinden ) Odense Teater
Jøsses Piger Odense Teater
Männersache Teatret ved Sorte Hest
Hamlet ( Ophelia ) Saltlagret
Doña Rosita Alléscenen
Kryb for Alt hvad Du har Kært Café Teatret
Et Dukkehjem ( Fru Linde ) Det Danske Teater
Som Man Behager ( Celia ) Det Danske Teater
Det Gamle Spil om Enhver Børglum Kloster
Latterlighedens Pris Teatert ved Sorte Hest / Gladsaxe Teater
Undskyld hvor Ligger Eros ( Onewoman-show ) Teatret ved Sorte Hest (vár og heyst)
Undskyld hvor ligger Eros Hvidovre Teater (turné)
Rock og Rå Latter ( Dario Fo´s Laser og Pjalter ) Gladsaxe Teater
Laser og Pjalter ( Fru Peachum ) Det Danske Teater
Med Brændende Kærlighed Hvidovre Teater
Sommergæster Hustes Teater
Alf Prøysen: Kom nu i Nat Café Teatret
Øglenatten Jomfru Ane Teatret
Et Drømmespil Teatret ved Sorte Hest
Kvindernes Dekameron Kanonhallen
Kielgasten ( Viola von Horney ) Mecurteatret ( Kim Larsens Produktion )
Det er Svært at Dø i Dieppe Teatre de L´Utopie (La Rochelle, í Fraklandi )
Melodien der blev væk Hvidovre Teater
Mogenstrup revyen (1992) Mogenstrup Kro
Mogenstup Revyen (1993) Mogenstrup Kro
Snedronningen ( Snedronningen ) Team Teatret
Medea Det Danske Teater
Folk og Røvere i Kardemommeby ( Tante Sofie ) Bellevue Teatret
Løgnen Kaleidoskop
Historien om en Moder Husets Teater, Gaia – Teatret
8 Små Mirakler Christians Kirken
I Morgen og i Morgen ( Version af Macbeth ) Bådteatret
Benny Andersen Kabaret Bådteatret
Køksdrotningarnar( Die Præsidentinnen) Tvazz, Meiaríið, Tórshavn
Tóm rúm Tjóðpallur Føroya

HeiðurRætta

KeldurRætta

  1. Privat heimasíða við teksti til sangin Aldan
  2. Hoydal.dk
  3. Trondheim, Rakul J. (13. mars 2016). "Og vinnararnir gjørdust...". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/roddin/greinar/2016/03/13/og-vinnararnir-gjordust. Heintað 12. marts 2017.