Kjartan Hoydal (føddur 12. september 1941 í Keypmannahavn, deyður 2. mai 2016 í Tórshavn) var ein føroyskur fiskifrøðingur.

Lívsleið

rætta

Eftir kríggið búði familjan í Klaksvík eitt skifti, tá ið pápin arbeiddi hjá Kjølbro, og síðani fluttu tey til Havnar, tá ið pápin fekk starv í fiskivinnustovuni í Tinganesi. Tá búsettist familjan uppi á Hálsi í Havn. Eitt skifti miðskeiðis í fimmtiárunum vóru tey í Latínamerika, har pápin í ST høpi arbeiddi í Ekvator.

Kjartan leyk studentsprógv í Sorø og las síðani lívfrøði við serligum atliti til fiskiskap og fiskivinnu á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Áðrenn hann í 1971 flutti aftur til Føroya, arbeiddi Kjartan í tvey ár hjá Danmarks Fiskeriundersøgelser, og eftir at vera fluttur heim var hann í ellivu ár og fram til 1982 á Fiskirannsóknarstovuni. Longu 1982-1983 var hann í starvi hjá ICES. Onkuntíð undirvísti hann í Hoydølum. Hann hevur eisini starvast sum skrivstovustjóri á løgmansskrivstovuni. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum granskari og embætismaður innan altjóða umsitingarligar stovnar, so sum Nafo, NEAFC, Nammco og Ices.

Í 1986 umskipaði landsstýrið hjá Atla Dam umsitingina av fiskivinnuni. Lýst varð eftir fiskivinnustjóra, og Kjartan Hoydal varð settur í starvið, sum hann røkti fram til 1996. Tá fór Kjartan at starvast uttan fyri landoddarnar. Fyrst var hann aðalskrivari í NORA – North Atlantic Cooperation – í fimm ár og fram til 2001, og síðani var hann í stívliga tíggju ár – fram til í juni 2011 – í starvi hjá NEAFC, sum hevur høvuðsskrivstovu í London, hagar Kjartan flutti at búgva. Saman við fleiri løgfrøðingum var hann miðskeiðis í nítiárunum við til at skriva álitið um nýggja stýrisskipan.[1]

Familja

rætta

Kjartan Hoydal er eitt av børnunum hjá skaldinum og politikaranum Karsten Hoydal og Mariu Louisu, fødd Falk-Rønne. Hann var pápi politikaran Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. Hini børnini hjá Kjartan Hoydal eru Annika, Katrin og Marita frá fyrru giftu við Gunvør og Tóra frá seinni giftu við Ingun í Skrivarastovu. Kjartan hevði tvíburðabróðirin, rithøvundan og arkitektin Gunnar Hoydal, systrina, sjónleikaran og songkvinnuna Anniku Hoydal og bróðirin Egil Hoydal.[2]

Keldur

rætta