Gunnar Hoydal
Gunnar Hoydal (føddur 12. september 1941 í Keypmannahavn, deyður 15. apríl 2021) var føroyskur rithøvundur og arkitektur.
Lívsleið
rættaGunnar Hoydal varð føddur í Keypmannahavn í 1941, men vaks upp í Klaksvík og í Havn.[1] Hann fór ungur til Danmarkar at ganga í skúla, og í 1967 var hann útbúgvin arkitektur. Í 1972 var hann settur í starv sum býararkitektur í Tórshavn, og røkti hann hetta starv í mong ár. Gunnar hevur skrivað og givið út yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, leikir, ferðafrásagnir, listabøkur, ritroyndir og sangir, sum systirin Annika Hoydal syngur. Evnisvalið spennir víða – frá tí kensluborna til tað satiriska, frá tí persónliga til tað samfelagsliga. Gunnar hevur verið sera virkin á mentanarøkinum. M.a. hevur hann verið formaður í Rithøvundafelag Føroya, formaður í Listafólkasambandinum (LISA), limur í Mentunargrunni Løgtingsins, formaður í Fjølriti og Arkitektafelag Føroya. Umframt at skriva hevur hann eisini týtt útlendskar bókmentir til føroyskt. Í 2011 kom bókin Huckleberry Finn eftir Mark Twain út á føroyskum, Gunnar hevði týtt til føroyskt.
- 1972 Settur sum býararkitektur í Havn.
- 1981 - 1986 Formaður í Rithøvundafelagi Føroya.
- 1982 - 1988 Stovnari og fyrsti formaður í listafólkasambandinum LISA.
- 1984 - 1988 Limur í Mentunargrunni Løgtingsins.
- 1986 - 1994 Formaður í Ljósritagrunninum/Fjølriti.
- 1990 - 1995 Formaður í Arkitektafelagi Føroya.
- 1998 - Formaður í Rithøvundafelagnum.
Heiðurslønir og tilnevningar
rætta- 1982 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.
- 1989 - Í uppskoti til bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins
- 1993 - Í uppskoti til bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins[2]
- 2002 - Mentanarvirðisløn Landsins
- 2010 - Skaldsøga hansara Í havsins hjarta var tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins[3]
Útgávur
rætta- 1972 - Myndasavn (bók um listamannin Ingolf Jacobsen á Kamarinum)
- 1976 - Den gode vilje (leikur til danska sjónvarpið, saman við Steinbjørn B. Jacobsen)
- 1982 - Av longum leiðum (stuttsøgur og ferðafrásagnir)
- 1983 - Mit eget land (sangir saman við Anniku Hoydal)
- 1988 - Hús úr ljóði (yrkingar)
- 1989 - Ingálvur av Reyni (listabók saman við øðrum)
- 1990 - Dulcinea (sangir saman við Anniku Hoydal)
- 1991 - Undir Suðurstjørnum (skaldsøga)
- 1995 - Janus Kamban (listabók)
- 1997 - Skeyk (sangleikur saman við øðrum)
- 1999 - Havið (sangir saman við Anniku Hoydal)
- 1999 - Dalurin Fagri (skaldsøga)
- 2001 - Land í sjónum (tíðartekstir)
- 2007 - Í havsins hjarta (skaldsøga)
Ávísingar úteftir
rætta- Til minnis um Gunnar, Listaportal, 16. apríl 2021
Keldur
rætta- ↑ Eirikur Lindenskov: Gunnar Hoydal farin 79 ára gamal Archived 2021-04-28 at the Wayback Machine, in.fo, 16.04.2021
- ↑ "Bokasolan.fo, Gunnar Hoydal". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-04. https://web.archive.org/web/20111104140956/http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/09121941_hoydal_gunnar.asp. Heintað 2012-09-28.
- ↑ Norden.org, Gunnar Hoydal