Lat upp høvuðsmeny

Karsten Hoydal (28. mars 1912 í Hoydølum - 4. apríl 1990) var føroyskur rithøvundur.

Karsten Hoydal
Karsten Hoydal.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. mar 1912 í/á Hoydalar
Andaðist 4. apr 1990
Starv rithøvundur, høvundur, politikari, yrkjari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Mál Danskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000 0001 1490 9504
VIAF 43340906
LCAuth n86841209
Commons Karsten Hoydal

Hann fór ungur til Danmarkar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í Ekvador sum ráðgevi hjá Sameindum Tjóðum. Hann var løgtingsmaður og landsstýrismaður umboðandi Tjóðveldisflokkin. Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði málsliga og innihaldsliga.

Fyrsta útgáva hansara var yrkingasavnið Myrkrið reyða í 1946.

Innihaldsyvirlit

ÚtgávurRætta

Karsten Hoydal gav út 4 yrkingasøvn: »Myrkrið reyða« 1946, »Syngjandi grót« 1951, »Vatnið og ljósið« 1960 og heildarsavnið »Teinur og tal« 1972.[1]

  • 1946 - Myrkrið reyða
  • 1951 - Svimjingarbeltið í Míni jólabók
  • 1951Syngjandi grót
  • 1960Vatnið og ljósið
  • 1971Leikapettið
  • 1972Teinur og tal (3 yrkingasøvn í einari bók)
  • 1979Frændarøddir
  • 1980 - Heðin, Marjun og tjøldrini
  • 1986Suð í grasi
  • 1999 - Lív heldur á
  • - Barnið, bergið og blómurnar

HeiðurslønirRætta

  • 1961 M.A.Jacobsen
  • 1973 Heiðurslimur í brasilianskum rithøvundafelag
  • 1988 M.A.Jacobsen - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri annað mentanaravrik.

FamiljaRætta

Kona hansara var Maria Louisa, fødd Falk-Rønne. Saman áttu tey fýra børn: tvíburðarnir Gunnar og Kjartan, Anniku og Egil. Politikarin Høgni Hoydal er abbasonur hansara.[2]

KeldurRætta