Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya er ein almennur stovnur, ið er skipaður við Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn í 2004 og húsast í bygningi í Tórsgøtu í Havn. Tað er Jenny C. Petersen, ið er virkandi stjóri á Tjóðpalli Føroya.[1][2]
Lóg um tjóðpallin
rættaTjóðpallurin skal (sambært lógini[3][4])
- Í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk.
- Geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist.
- Tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra.
- Skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum.
- Fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.
Leikverk
rættaYvirlitið er ikki fullfíggjað
Leikverk 2014
rætta- Tóm rúm. Frumframførdur 15. februar 2014
Leikverk 2013
rætta- Keisarans nýggju klæðir, Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe hava gjørt ævintýrið hjá H.C. Andersen til leik og spæla allar
leiklutirnar.[5]
- Myrkursins børn, frumframførdur á Tjóðpallinum 13. apríl 2013.[6] Leikrit og leikstjórnað: Súsanna Tórgarð.[7]
- Sár á Sál - leikrit og leikstjóri: Kristina S. Hansen, leikarar: Annika Johannessen og Sofía Nolsøe, frumsýning á Tjóðpallinum 9. februar 2013.
Leikverk 2012
rætta- Tak teg saman - ungdómsleikur/musical-lestur, framførdur í Perluni í oktober 2012[8] orsakað av at herverk var framt á Tjóðpallin. Tey leikandi: Beinta Clothier, Kjartan Hansen og Bartal Augustinussen. Leikritið er skrivað í 2007 av dananum Heinrich Christensen.[9]
- Breaking the waves - frumframførdur á Tjóðpallinum 24. mars 2012.[10] Leikrit: Vivian Nielsen eftir filmshandriti hjá Lars von Trier, Peter Asmussen og David Pirie, týðing til føroyskt: Laura Joensen, leikstjórnað: Guðjón Pedersen. Høvuðsleiklutirnar sum Bess og Jan høvdu Beinta Clothier og Hjálmar Dam.[11]
Leikverk 2011
rættaLeikverk 2010
rætta- Heimsins bestu jarðarferðir – sýningar á Tjóðpallinum og á turné – 27 sýningar og 1.782 áskoðarar[12]
- Danny Crowe Show – 20 sýningar og 1.236 áskoðarar
- Kirsiberjagarðurin – 30 sýningar og 2.472
- Vatnið vinnur harðar hellur – 11 sýningar í Beitishúsinum og 623 áskoðarar
- Brot úr leikinum Logi, logi eldur mín og hugleiðingar um Johannu Mariu Skylv Hansen – sýningar í Tórshavn og á Sandi - 4 sýningar – 250 áskoðarar
Tilsamans hava 92 sýningar verið og 6.363 áskoðarar. 57 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 41 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing. Tvey leikverk, sum vóru stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hava vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma: “Apan” 9 sýningar og leikbólkurin Grugg: “Goym moralin til seinni” 15 sýningar. Det Ferösche Compagnie fór undir venjingar av “Indberetninger fra en rejse i Færø”
Harumframt vóru 2 sýningar av gestaleikinum “Duvorna” frá Sjónleikaraskúlanum í Luleå, tónleikatiltøk o.l.
Leikverk 2009
rætta- Nordost – turné – 9 sýningar og 567 áskoðarar
- Kvinnan í svørtum – 22 sýningar og 1.488 áskoðarar
- Í Óðamansgarði – 2 sýningar á Þjóðleikhúsinum í Reykjavík
- Postkort úr Havn – saman við Havnar Sjónleikarfelag – 16 sýningar og 1.200 áskoðarar
- Aftaná Undrið – 28 sýningar og 2.061 áskoðarar, frumsýning 24. oktober 2009
Tilsamans hava 89 sýningar verið og 6.275 áskoðarar. 71 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 46 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing. Eitt leikverk, sum varð stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hevur vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma “Pietá” 16 sýningar – 792 áskoðarar.
Leikverk 2008
rætta- Eg eri mín egna kona – 20 sýningar og 1743 áskoðarar - Á Meiarínum, frumsýning 9. mars 2008
- Café Grugg - 6 sýningar og 576 áskoðarar - Á Meiarínum
- Nordost – 22 sýningar og 2093 áskoðarar - Á Meiarínum
- Í Geyma – 18 sýningar og 2.538 áskoðarar - Í Norðurlandahúsinum
Tilsamans hava 69 sýningar verið og 7693 áskoðarar. 49 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 39 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing.
Leikverk 2007
rætta- Søgan um ein soldát – turné – 10 sýningar og 1.003 áskoðarar
- Náttarherbergið – 17 sýningar og 1.302 áskoðarar, á Meiarínum
- Náttin áðrenn skógin – 19 sýningar og 656 áskoðarar
- Café Grugg – 4 sýningar og 365 áskoðarar
- Ferðsluálvurin Mórreyða – turné - 36 sýningar og 2.494 áskoðarar
53 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 37 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing.
Leikverk 2006
rætta- Limbo (Margareta Garpe) – 22 sýningar og 1.547 áskoðarar, á Meiarínum
- Í Óðamansgarði – 6 sýningar og 2.221 áskoðarar, í Norðurlandahúsinum
- Søgan um ein soldát – 1 sýning og 84 áskoðarar, Posthúskjallarin
Tilsamans hava 32 sýningar verið og 5.617 áskoðarar. 108 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 78 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing.
Leikverk 2005
rætta- Momo – 30 sýningar og 2.554 áskoðarar, á Meiarínum, frumsýning 13. mars 2005
- Sellofan – 26 sýningar og 2.502 áskoðarar, á Meiarínum
- Ronja Ránsmansdóttir – 20 sýningar og 7.142 áskoðarar, í Norðurlandahúsinum
Tilsamans hava 76 sýningar verið og 12.198 áskoðarar. 112 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 57 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing
Tilvísingar
rætta- ↑ Nýtt leiklistaráð tilnevnt, kvf.fo, 4. juni 2014
- ↑ Jenny C. Petersen stjóri á Tjóðpalli Føroya, vp.fo, 14.02.2020
- ↑ Lóg um Tjóðpall Føroya, logting.fo
- ↑ Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003, tjodpallur.fo
- ↑ listinblog.blogspot.com, Keisarans nýggju klæðir á tjóðpallinum
- ↑ "tjodpallur.fo, MYRKURSINS BØRN: Seinastu sýningar á Tjóðpallinum.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-11. https://web.archive.org/web/20140111060512/http://www.tjodpallur.fo/Default.aspx?ID=364. Heintað 2014-02-21.
- ↑ listinblog.blogspot.com, Myrkursins Børn
- ↑ listinblog.blogspot.com, Tak teg saman - eitt viðmæli
- ↑ tjodpallur.fo, «Tak Teg Saman!»[deyð leinkja]
- ↑ kvf.fo, Góðan morgun Føroyar, Leikur um kærleika - og angist fyri tí nýggja
- ↑ tjodpallur.fo, Breaking the waves[deyð leinkja]
- ↑ "tjodpallur.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-03-06. https://web.archive.org/web/20140306082426/http://www.tjodpallur.fo/Default.aspx?ID=4. Heintað 2014-02-21.