Súsanna Tórgarð
Súsanna Tórgarð (fødd 12. mars 1959) er ein føroysk sjónleikarinna, leikstjóri, leikrithøvundur, týðari og lærari. Hon hevur lisið til lærara og varð liðug við útbúgvingina í 1986. Síðan hevur hon nomið sær útbúgving innan sjónleik, í 1990 varð hon liðug við 2 ára sjónleikaraútbúgving á Tidens Teater í Århus. Hon hevur eisini tikið 3 ára útbúgving sum lærari í F.M.Alexandertøkni frá Alexanderskolen í Keypmannahavn frá 2001 til 2004.[1] Hon hevur starvast sum yrkisleikari innan sjónleik síðan 1990. Hon hevur spælt nógvar sjónleikir á palli í Føroyum, og harumframt hevur hon eisini ritstjórnað fleiri leikir, skrivað leikir og umsett leikir til føroyskt. Hon hevur eisini lagt føroyska rødd til barnafilmar, sum hava verið vístir í Kringvarpi Føroya. Hon hevur eisini undirvíst á ymiskum skeiðum í drama, rødd og teksti og skrivað tekstir og yrkt sangir til fleiri Kabarettir. Hon hevur eisini framført skemt saman við øðrum, t.d. til jólaborðhald á Hotel Føroyum í 2009, har hon og systirin Ria Tórgarð framførdu skemt saman við brøðrunum Rasmus og Magnus Magnussen,[2] og í 2014 undirheildu tey trý systkini Súsanna, Riu og Hans Tórgarð. Súsanna er dóttir Axel Tórgarð, abbadóttir H.C.W. Tórgarð.[3]
Sjónleikari á palli
rætta- NordOst - Torsten Buchsteiner, Tjóðpallurin, 2008
- Náttarherbergið - Maxim Gorkij, Tjóðpallurin, 2007
- Café Grugg - Tjóðpallurin, 2007
- Limbo - Margareta Garpes, Tjóðpallurin, 2006
- Móðir sjeystjørna - William Heinesen/ Egi Dam, Gríma, 2000
- Várkabarett - Gríma, 1999
- Rumbul í Húsi - Gríma, 1998
- Dreymur Jóansøkunátt - William Shakespeare, Gríma, 1998
- Oliver Twist - Charles Dickens, Gríma, 1997
- Á Krabbasvalanum - Marianne Goldman, Gríma, 1997
- Húsið hjá Bernardu Alba - Lorca, Gríma, 1995
- Góða Jelena - Ludmila Razumoskaja, Gríma, 1994
- Royndin - Egi Dam, variatiónir yvir Nólsoyar Páll - Gríma, 1993
- Glataðu spælimennirnir - Eyðun Johannessen/J. Ljunggren, Gríma, 1993
- Ferðin til heimsins enda - Olga G. Árnadóttir Gríma, 1992
- Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni - Dario Fo, Gríma, 1991
- Kraddarin - Súsanna Tórgarð/Birita Mohr, Gríma, 1990
Leikrit/leikstjórn o.a.
rætta- Myrkursins børn 2013[4]
- Føroyingasøga, 2012, framført av Riu Tórgarð, tónleikur: Edvard Nyholm Debess[5]
- Kraddarin 2010 - sett upp við næmingum á Fø. Pædagogskúla
- Ólavsøkukabarettin 2008 - Sjónleikarhúsið í Havn
- Føroysk Mentannarkvøld í Sjónleikarhúsinum í Havn - 2006, 2007, 2008.
- Gátuføra Gívurin - Gríma 2001
- Hurlivasi á Meiarínum - Gríma 2000
- Vitavørðurin - Gríma 1999
- Grumma Grimhild - Gríma 1997
- Café Grugg - Gríma 1995
- Snati - Gríma 1996
- Hurlivasi í Lítluvík - Gríma 1992
- Øll í Verkfall - Sjónleikarafelagið á Oyrabakka 1991
Skriva leikrit
rætta- Kraddarin - saman við Biritu Mohr 1990
- Snati - saman við Kristinu Hansen og Riu Tórgarð 1996
- Grumma Grimhild - saman við Biritu Mohr 1997
- Fótur í Hosu - saman við Hans Tórgarð 1999
- Myrkursins børn, 2013
Týðingar
rætta- "Konan sum skrivaði brøv" úr "Talking Heads" eftir Alan Benett
- Sangir til "Ronju Ránsmannsdóttir", sangleikur eftir Sebastian[6]
Keldur
rætta- ↑ "listaskulin.fo - Súsanna Torgarð, sjónleikari". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306041204/http://listaskulin.info/susanna-torgard-sjonleikari/. Heintað 2016-02-22.
- ↑ hotelforoyar.fo - Jólafestivalur[deyð leinkja]
- ↑ bokhandil.fo - Axel Tórgarð
- ↑ Tjodpallur.fo Archived 2014-01-11 at the Wayback Machine MYRKURSINS BØRN
- ↑ Sudurras.fo - Føroyingasøga í Stóra Pakkhúsi mánakvøldið (dagført)
- ↑ Tjodpallur.fo[deyð leinkja]