Ria Tórgarð
Jóhanna Maria Tórgarð, betri kend sum Ria Tórgarð (fødd 1960) er ein føroyskur sjónleikari, leikstjóri, leikrithøvundur og týðari. Hon hevur nomið sær útbúgving á sjónleikara- og leikstjóraskúla Voionmaan Opisto í Finnlandi í 1988. Ria hevur spælt nógvar sjónleikir í Føroyum og lagt røddir til útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur. Harumframt hevur hon eisini leikstjórnað nakrar leikir. Hon hevur starvast sum sjónleikari og leikstjóri á Tjóðpalli Føroya síðan 2000 og sum sjónleikari á Teatur Grugg síðan 2006.[1] Hon er dóttir Axel Tórgarð og abbadóttir H.C.W. Tórgarð. Bæði systir hennara, Súsanna Tórgarð, og beiggi hennara, Hans Tórgarð, eru eisini sjónleikarar. Ria er limur í Leiklistaráðnum.
Leikir, sum Ria Tórgarð hevur spælt ein leiklut í
rætta- The Danny Crowe Show - Tjóðpallurin 2010
- Café Grugg - Tjóðpallurin 2008
- Náttarherbergið - Tjóðpallurin 2007
- Cafe Grugg - Tjóðpallurin 2007
- Limbo - Tjóðpallurin 2006
- Ronja Ránsmansdóttir - Tjóðpallurin 2005
- Momo - Tjóðpallurin 2005
- Fótur í Hosu - Gríma 2001
- Krypilin úr Inishmaan - Gríma 2000
- Móðir Sjeystjørna - Gríma 2000
- Várkabarett - Gríma 1999
- Vitavørðurin - Gríma 1999
- Dreymur Jóansøkunátt - Gríma 1998
- Oliver Twist - Gríma 1997
- Á krabbasvalanum - Gríma 1997
- Grumma Grimhild - Gríma 1997
- Gøtan - Gríma 1996
- Húsið hjá Bernardu Alba - Gríma 1995
- Snati - Gríma 1994
- Glataðu spælimennirnir - Gríma 1993
- Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni - Gríma 1991
- Antigone - Gríma 1989
Harafturat hevur hon lagt røddir til ymsar útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur.[2]
Leikrit og/ella leikstjórn
rætta- Oliver Twist eftir Charles Dickens, 2014 (leikstjórnaði)[3]
- NordOst - Torsten Buchsteiner, Tjóðpallurin, 2008
- Í Óðamansgarði, Dánjal Hoydal og Sunleif Rasmussen - Tjóðpallur Føroya og Norðurlandahúsið, 2006 (leikstjórnaði)
- Momo
- Føroyingasøga (einasti leikari), ljóðmynd: Edvard Nyholm Debess, leikstjórn: Súsanna Tórgarð[4]
- Ginu Søgur, Eve Ensler - Leikhúsið Gríma 2002 (leikstjórnaði)
- Shirley Valentine (leikstjórnaði)
- Eitt ross og annað (leikstjórnaði)