Faroese Music Awards
Faroese Music Awards (stytt FMA, á føroyskum: Føroysku Tónlistavirðislønirnar) vórðu settar á stovn í 2014 fyri at heiðra føroyskum tónleikarum og tónleiki. Tær fyrstu virðislønirnar vórðu handaðar 15. mars 2014 í Norðurlandahúsinum. Tað eru Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tilnevningum og handanum av tónleikavirðislønunum. Rólant Waag Dam varð settur í starv at samskipa tiltakið, ein arbeiðsbólkur varð eisini settur, sum umboðaði Kringvarpið, Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og føroysku tónleikavinnuna. Í hesum arbeiðsbólkinum sótu: Eyðfinn Jensen fyri Kringvarpið, Barbara Holm fyri Miðlahúsið, Fróði Vestergaard fyri Norðurlandahúsið, Sunleif Rasmussen, Ólavur Larsen umboðandi føroyska tónleikaumhvørvið. Talan er um tríggjar bólkar innan føroyskan tónleik, har heiðurslønir verða latnar: Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkurin, Opni bólkurin og Popp bólkurin. Talan er um tríggjar dómsnevndir við fimm dómarum í hvørjum bólki, sum hava gjørt tilnevningarnar.
Dómsnevndirnar eru soleiðis skipaðar, at tað er arbeiðsbólkurin, sum hevur skipað tær. Arbeiðsbólkurin hevur tryggjað sær, at dómsnevndirnar telja bæði kvinnur og menn, eins væl og tey eisini hava lagt seg eftir at hava eina hampiliga geografiska spjaðing, soleiðis at dómsnevndin ikki einans er mannað við fólkum úr høvuðsstaðnum. Felags fyri øll er, at arbeiðsbólkurin metir tey vera kompetent og gegni. Tað eru fimm limir í hvørjari dómsnevnd, tvs. til hvønn av teimum trimum høvuðsbólkunum. Limirnir í dómsnevndunum verða ikki kunngjørdir fyrr enn eftir at virðislønirnar eru handaðar. Orsøkin til at tær verða almannakunngjørdar er fyri at tryggja opinleika. Orsøkin til at tað ikki verður kunngjørt fyrr enn eftir handaninar, er tann at arbeiðsbólkurin ynskir ikki, at tað skal vera kjakast um hví hesin ella handa er við í dómsnevndini, men at kjakið heldur fer at snúgva seg um tónleikin, heldur enn um dómararnar. Avgerðin um hvør ið vinnur heiðurin í teimum ymisku bólkunum eiga ávikavist vanlig fólk, ið kunnu senda sms atkvøður inn og dómsnevndirnar, sms-atkvøðurnar telja 50% og atkvøðurnar hjá dómsnevndunum telur eisini 50%.[1]
FMA 2015 varð nakað broytt í mun til FMA 2014. Nevndin avgjørdi, at hesaferð skuldu vinnararnir ikki finnast við sms-boðum, í staðin skuldi eitt dómarapanel finna fram til vinnararnar. Tó skuldi ein áhoyraraviðisløn latast, áhoyrarar sluppu at avgera við at atkvøða við sms-boðum, hvør ið skuldi vinna heiðurin sum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur.[2]
FMA 2018Rætta
Faroese Music Awards 2018 varð hildið í Norðurlandahúsinum á stórum tónleikatiltaki leygarkvøldið 10. mars 2018. Vertir vóru Barbara Holm og Rólant Waag Dam. Tiltakið varð sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.[3]
Hesir sangarar/orkestur framførdu:
Mattias Kapnas, Eyðun Nolsøe, Lea Kampmann, Alda Magna, Son of Fortune, Tarira, Ólavur á Váli, Asyllex, FRUM og MOMO.
Vinnarar FMA 2018Rætta
Kelda:[4]
Vinnarar í POPP/ROKK bólkinumRætta
- Ársins sangari: Bjarki Hansen
- Ársins songkvinna: Kristina Bærendsen
- Ársins útgáva: Lán mær eitt oyra - Swangah
- Ársins sangur: Frosthvarv - Hamferð
- Ársins bólkur/einstaklingur: Lea Kampmann
- Ársins nýggja navn: Silvurdrongur
- Ársins videolag: Heiðrik – Monster
Vinnarar í Opna bólkinumRætta
- Ársins sangari/einleikari: Mattias Kapnas
- Ársins bólkur/kór: Alda Magna
- Ársins útgáva/konsert: Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar - Ingálvur av Reyni
- Ársins kompositión: Autumn - Sunleif Rasmussen
Aðrar virðislønirRætta
- Ársins áhoyraravirðisløn: Asyllex
- Ársins tónleikaheiður: Milson Zachariasen
- Ársins húsið: Kapnas spælir Blak
- Ársins tekstur: Swangah
- Ársins framleiðari: Hans Poulsen
- Ársins átak: Gittarting
Tilnevningar í 2018Rætta
Kelda:[5]
Popp/rokkRætta
Ársins sangariRætta
Ársins songkvinnaRætta
Ársins útgávaRætta
- Dagur legst at degi - Eyðun Nolsøe
- Son of Fortune - Son of Fortune
- Lán mær eitt oyra - Swangah
- Common Blue - Lea Kampmann
- Momo - Momo
Ársins sangurRætta
- Tað er løtan - Eyðun Nolsøe
- Trong troyggja - Altverkið
- Crazy foggy - Kristina Bærendsen
- Mítt vakra Føroya land - Janus Wiberg Mortensen
- Frosthvarv - Hamferð
Ársins bólkur/einstaklingurRætta
Opin flokkurRætta
Ársins sangari/einleikariRætta
Ársin bólkur/kórRætta
Ársins útgáva/konsertRætta
- Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar - Ingálvur av Reyni
- Kapnas spælir Blak - Mattias Kapnas
- Minnist tú enn - Tórshavnar Big Band
Ársins kompositiónRætta
- Autumn - Sunleif Rasmussen
- Cold Winters Day - Fred Ruddick
- Vatn og grót - Kristian Blak
Rætta
Ársins videolagRætta
- FRUM – Let it, leikstjóri Beinta á Torkilsheyggi
- Heiðrik – Monster, leikstjóri Heiðrik á Heygum
- Hamferð – Frosthvarv, leikstjóri Franklin Henriksen
- FRUM – No shapes, leikstjórar Sára Wang og Maria Winther Olsen
- Amokk – Sorry 4 Yourself, leikstjóri Jesper Isaksen
FMA 2017Rætta
Vinnarar 2017Rætta
Opin bólkurRætta
- Ársins sangari/einleikari: Eivør Pálsdóttir
- Ársins bólkur/kór: Orka
- Ársins útgáva/konsert: At the Heart of a Selkie – Eivør Pálsdóttir/Peter Jensen & DR Big Band
- Ársins kompositión: Symphony No. 2: The Earth Anew – Sunleif Rasmussen
Popp/rokkRætta
- Ársins songkvinna: Lena Anderssen
- Ársins sangari: Heiðrik á Heygum
- Ársins útgáva: Eagle in the Sky – Lena Anderssen
- Ársins sangur: Alright – Danny & The Veetos
- Ársins bólkur/einstaklingur: Danny & The Veetos
Aðrir vinnarar, sum eru tvørtur um sjangrurRætta
- Ársins nýggja navn: Konni Kass
- Ársins framleiðari: Niclas Johannesen fyri Eagle in the Sky hjá Lenu Anderssen
- Ársins videolag: Einaferð var tað eg hjá GUT Productions (leikstjóri: Búi Dam)
Aðrar virðislønirRætta
- Ársins tekstur: Marjun Syderbø Kjelnæs
- Ársins húsi: Eagle in the Sky við Lenu Andersen (Ann-Mari Egholm hevur gjørt húsan)
- Áhoyraravirðislønin: Hans Andrias
- Ársins átak: Spælistaðið Listastovan í Vágum
- Ársins tónleikaheiður: Brandur Øssurson
Tilnevningar í 2017Rætta
Tey bestu innan Opna flokkinRætta
Ársins sangari/einleikariRætta
Ársins bólkur/kórRætta
Ársins útgáva/konsertRætta
- At the Heart of a Selkie – Eivør/Peter Jensen & DR Big Band
- Confessions – Nico Muhly & Teitur
- Røtur og trø – Tjant
- Symphony No. 2: The Earth Anew – Sunleif Rasmussen
- Vað – Orka
Ársins kompositiónRætta
- Autumn's here – Óli Jógvansson
- At the Heart of a Selkie – Eivør/Peter Jensen & DR Big Band
- Confessions – Nico Muhly & Teitur
- Nordika – Sunleif Rasmussen
- Symphony No. 2: The Earth Anew – Sunleif Rasmussen
Tey bestu innan sjangruna Popp/rokkRætta
Ársins songkvinnaRætta
- Guðrið Hansdóttir
- Jenny Augustudóttir Kragesteen
- Jóhanna Norðberg Niclasen
- Konni Kass
- Lena Anderssen
Ársins sangariRætta
Ársins útgávaRætta
- Eagle in the Sky – Lena Anderssen
- Funeral – Heiðrik
- Haphe – Konni Kass
- Hint of Melancholy – Danny & The Veetos
- Ultramarine – Fróði
Ársins sangurRætta
- Alright – Danny & The Veetos
- Change of Frame – Heiðrik
- Eagle in the Sky – Lena Anderssen
- Pegasus – Guðrið Hansdóttir
- Surrender – Konni Kass
Ársins bólkur/einstaklingurRætta
- Danny & The Veetos
- Fróði
- Heiðrik
- Konni Kass
- Lena Anderssen
Aðrar tilnevningar, sum eru tvørtur um sjangrurRætta
Rætta
Ársins framleiðararRætta
- Benjamin Petersen fyri Haphe hjá Konni Kass
- Janus Rasmussen fyri Funeral hjá Heiðrik
- Jens L. Thomsen fyri Vað hjá Orka
- Niklas Johannesen fyri Eagle in the Sky hjá Lenu Anderssen
- Mikael Blak/Fred Ruddick og 200 fyri Reytt pass hjá 200
Ársins videolagRætta
- Change of frame hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
- Einaferð var tað eg hjá GUT Productions (leikstjóri: Búi Dam)
- Heart into Trouble hjá Dan Olsen (leikstjóri: Simon Wells)
- Í tokuni hjá Eivør (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
- Red hair hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik av Heygum)
Aðrar virðislønir uttan tilnevningarRætta
- Ársins tekstur
- Ársins húsi
- Áhoyraravirðislønin
- Ársins átak
- Ársins tónleikaheiður
FMA 2016Rætta
Vinnarar 2016Rætta
- Ársins framleiðari: Tróndur Bogason
- Ársins nýggja navn: Punjab
- Ársins videolag: Hamferð - Deyðir varðar
Vinnarar í Folk, Country og BluesRætta
- Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari: Annika Hoydal
- Ársins bólkur/einstaklingur: Punjab
- Ársins útgáva: Endurljós – Annika Hoydal
- Ársins sangur: Lívið er ein lítil løta – Hallur Joensen
Vinnarar í Popp/RokkRætta
- Ársins sangari: Marius Ziska
- Ársins songkvinna: Eivør Pálsdóttir
- Ársins útgáva: Slør – Eivør Pálsdóttir
- Ársins sangur: Silvitni – Eivør Pálsdóttir
- Ársins bólkur/einstaklingur: Eivør Pálsdóttir
Vinnarar í opnum flokkiRætta
- Ársins sangari/einleikari: Jensina Olsen
- Ársins bólkur/kór: Tórshavnar Kamarkór
- Ársins útgáva ella konsert: Danish & Faroese Recorder Conchertos – Michala Petri & Aalborg Symphony
- Ársins kompositión: Territorial Songs hjá Sunleif Rasmussen framført av Michala Petri & Aalborg Symphony Orchestra
Aðrar virðislønirRætta
- Ársins live bólkur/einstaklingur: Elinborg Pálsdóttir
- Ársins átak: Loftbrúgvin
- Ársins tónleikaheiður: Annika Hoydal
- Ársins húsi: Eivør
- Ársins tekstur: Gunnar Hoydal - Maðurin sum gekk móti ljósinum
Tilnevningar í 2016Rætta
Tilnevningar tvørturum bólkarnarRætta
Ársins framleiðariRætta
Rætta
- Alvi Joensen
- Elinborg Pálsdóttir
- Hamradun
- Hulda
- Jógvan Joensen
- Kátir Kallar
- Mahanna
- Punjab
- Ragnar Finsson
Ársins videolagRætta
- Hamferð - Deyðir varðar
- Byrta - Aftur og aftur
- Byrta - Andvekur
- Brynjolfur - Chain glass
- Ranchus – Clog
Tilnevningar í Folk, Country og BluesRætta
Ársins kvinnuligi ella mannligi sangariRætta
Ársins bólkur/einstaklingurRætta
Ársins útgávaRætta
- Endurljós – Annika Hoydal
- Heitur kossur – Hanus G. & Cantabile
- If the Ocean was Wine – Froðbiar Sóknar Blues Orkestur
- Lívið er ein lítil løta – Hallur Joensen
- The Flying Elephant – Punjab
Ársins sangurRætta
- Hairy Woman – Punjab
- Saknur - Hanus G. & Cantabile
- Kári Kálvalíð – Hallur Joensen
- Lívið er ein lítil løta – Hallur Joensen
- Run to You – Punjab
Tilnevningar í Popp/RokkRætta
Ársins sangariRætta
Ársins songkvinnaRætta
Ársins útgávaRætta
- Bridges – Eivør
- Feeling Like a Caged Lion Pacing Behind One Way Glass – Ranchus
- Home – Marius
- Lyon – Lyon
- Slør – Eivør
Ársins sangurRætta
- Eagle in the Sky – Lena Andersen
- Going home – Marius
- Headed for the Sun – Ragnar Finsson
- Silvitni – Eivør
- Sunnukvøld í Mai - Danny & The Veetos
Ársins bólkur/einstaklingurRætta
Tilnevningar í opnum bólkiRætta
Ársins sangari/einleikariRætta
Ársins bólkur/kórRætta
Ársins útgáva ella konsertRætta
- Danish & Faroese Recorder Conchertos – Michala Petri & Aalborg Symphony Orchestra
- Kvøldtankar – Tórshavnar kamarkór
- Kvonn – Einglarót
Ársins kompositiónRætta
- Forever Gone hjá Óla Jógvansson framført av Óla Jógvansson í Nýggjárskonsertini 2015
- Territorial Songs hjá Sunleif Rasmussen framført av Michala Petri & Aalborg Symphony Orchestra
- Voyage hjá Óla Jógvansson framført av Gunnar G. Guttesen og Brandenburgische Staatsorchester
FMA 2015Rætta
FMA 2015 varð hildið í Norðurlandahúsinum hin 14. mars 2015.
Tey ið framførduRætta
- Greta Svabo Bech
- Yggdrasil
- Xperiment
- Vágaverk
- Týr
- Tollarar Og Syndarar
- Systrar
- Signar í Homrum
- Sakaris
- Quarter To Three
- Sofus Hansen (Hallelujah Sofus)
- Dánjal á Neystabø
- AVE
- Alvi Joensen
Vinnarar 2015Rætta
POPP/ROKK-BÓLKURINRætta
- Ársins sangari: Benjamin Petersen. Hann er onnur helvtin av bólkinum AVE. Í 2014/15 verið partur av Konfekt, sum hevur spælt í Gekkinum. Hann gav eina fløgu út undir navninum Benjamin í 2008 og eina undir navninum Ghost í 2011.[6]
- Ársins songkvinna: Greta Svabo Bech. Er einasti føroyingur, ið hevur verið tilnevnd eina Grammyvirðisløn.
- Ársins sangur: Myrkablátt (Einsamallast í Føroyum), Greta Svabo Bech syngur og hevur gjørt lagið. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin. Sangurin var partur av útvarps-jólakalendaranum Nivinaja.
- Ársins útgáva: Call for a Revolution við HOGNI (Høgni Lisberg), tað er hansara 7. útgáva. Hann hevur áður spælt við Clickhaze.
- Ársins bólkur ella einstaklingur: AVE
Opin bólkurRætta
- Ársins sangari ella einleikari: Dávur Juul Magnussen. Hann gav út fløguna Cesurae í 2014. Útgávukonsertin var í Klæmintsgjógv í Hesti.
- Ársins bólkur ella kór: Yggdrasil[7]
- Ársins kompositión: Nordisk messe eftir Sunleif Rasmussen, hann hevur skrivað messuna fyri blandað kór og symfoniorkestur.
- Ársins útgáva ella konsert: Høvdingar hittast, fløga eftir bretska tónasmiðurin Gavin Bryars, útgivin í 2014. framført í Norðurlandahúsinum í 2011, tað vóru Eivør Pálsdóttir og Rúni Brattaberg, ið vóru solistarnir, sum framførdu saman við Aldubáruni og Eystanljóði.
FOLK, COUNTRY OG BLUES bólkurinRætta
- Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari: Kristina Bærendsen
- Ársins útgáva: Drekkivatn hjá Vágaverk (Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall)
- Ársins sangur: There is room at the table við Blátt Gras, av útgávuni Ávegis, ið er tikin upp í Nashville.
- Ársins bólkur ella einstaklingur: Kristina Bærendsen. Hon gav út fløguna Nothing’s here to Stay í des. 2014 og Kristina í 2012.
Aðrar virðislønirRætta
Ársins teksturRætta
- Øskuhav, sum Petur Pólson hevur skrivað, AVE útgav í 2014. Petur Pólson takkaði á einum myndbrotið og segði: "Teksturin er um dóttir mína Døgg og um at finna vón í øsku."
Ársins nýggi bólkurRætta
Ársins framleiðariRætta
- Janus Rasmussen. Hann hevur m.a. framleitt fløgurnar hjá Høgna Reistrup Áðrenn vit hvørva (2013) og Samrøður við framtíðina (2011). Hann hevur eisini framleitt útgávuna hjá Byrta.
Ársins live bólkur ella einstaklingurRætta
- Kórið Xperiment, við Sigrið Sivertsen. Kórið gav í 2015 út fløguna Xperiment, við sangum sum Lívsmynd, Í gøtu ein dag og Farvæl, Maria.
Ársins sjónbandalagRætta
- Rain við Eivør. Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað.
Ársins húsiRætta
Ársins tónleikaheiðurRætta
- Ólavur Hátun. Hevur í slaka hálva øld verið slóðbrótari innan føroyskan kórsang og hevur stjórnað fleiri kórum, hevur í mong ár verið týðandi partur av ólavsøkuni. Hansara størsta verk er tó Føroya Musikkskúli.
Ársins átakRætta
- Reinsaríið, spælistað í Tórsgøtu í Havn. Síðani Reinsaríið læt upp fyri góðum ári síðani, hevur leiðarin, Bogi Andreasen, megnað at skipa fyri regluligum konsertum við bæði føroyskum og útlendskum nøvnum, bæði kendum og minni kendum.
Tilnevningar í 2015Rætta
Tilnevningar POPP/ROKK-BÓLKURINRætta
Ársins útgávaRætta
- Ave – Ave
- Call for a Revolution – Hogni
- Leipzig – Orka
- The Color of Dark – Eivør/Ginman
- Time – Dánjal
Ársins bólkur/einstaklingurRætta
Ársins sangurRætta
- Back against the Wall – Hogni
- Myrka blátt – Greta Svabo Bech
- Oyðin – AVE
- Raindrops – Dánjal
- Tú hevur tær dýrastu perlur – Guðrið Hansdóttir
Ársins songkvinnaRætta
Ársins sangariRætta
Tilnevningar OPIN FLOKKURRætta
Ársins sangari/einstaklingurRætta
Ársins bólkurRætta
Ársins útgáva ella konsertRætta
- Cesurae – Cesurae
- Høvdingar hittast – Gavin Bryars
- Føroya Synfoniorkestur við Pekka Kuusisto
Ársins kompositiónRætta
- Náttarsangur til á – Andras Spang Olsen
- Nordisk messe – Sunleif Rasmussen
- Døgg og sproti (kompositión eftir Angeliku Nielsen) - Yggdrasil
Tilnevningar FOLK, COUNTRY OG BLUESRætta
Ársins útgávaRætta
- Kristina Bærendsen – Nothings here to stay
- Sigmund – Live with the Boogiemen
- Vágaverk – Drekkivatn
Ársins bólkur/einstaklingurRætta
- Kristina Bærendsen
- Sigmund
- Vágaverk
Ársins sangurRætta
- Hvar Baby – Vágaverk
- There is Room at the Table – Blátt Gras
- Tú eigur hjartað hjá mær – Systrar
Ársins kvinnuligari ella mannligi sangariRætta
- Halleluja Sofus
- Kristina Bærendsen
- Sigmund
Tilnevningar í bólkinum Aðrar virðislønirRætta
Ársins nýggi bólkur/einstaklingurRætta
- AVE
- Dan Olsen
- Ester Kristiansen
- Hulda
- Mattias Kapnas
- Norðan
- Janus W. Mortensen
- Jórunn Gudmundsen
- Rebekka Petersen
Ársins framleiðariRætta
Ársins sjónbandalagRætta
- Byrta - Í tínum eygum
- Brynjolfur - The Save
- Eivør - Rain
- Guðrun & Bartal – Tilvitskuleinkjur
- Týr - The Lay of Our Love
FMA 2014Rætta
Faroese Music Awards 2014 varð hildið í Norðurlandahúsinum á stórum tónleikatiltaki leygarkvøldið 15. mars 2014. Vertir vóru Barbara Holm og Eyðfinn Jensen. Arbeiðsbólkurin valdi Ársins framleiðara, Ársins nýggja bólk/einstakling, Ársins átak og Ársins tónleikaheiður. Stuðlar: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Mentamálaráðið, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna, Poul Michelsen Heilsøla og Føroya Bjór.[8]
Hesir sangarar/orkestur framførdu:
Vinnarar FMA 2014Rætta
Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkurinRætta
- Ársins bólkur: Týr
- Ársins sangari: Jón Aldará úr Hamferð
- Ársins fløga: Týr
- Ársins sangur: Tokan – Marius og Svavar Knútur
Opin bólkurRætta
- Ársins fløga: Eivør fyri útgávuna Lítla Skrímsl
- Ársins einleikari/bólkur: Kvartettin í Betesda
- Ársins lag: Eivør fyri Lurta nú
Popp bólkurinRætta
- Ársins sangari: Hallur Joensen[9]
- Ársins songkvinna: Greta Svabo Bech
- Ársins sangur: Døgg Nónsgjógv fyri sangin Tú tók mína hond
- Ársins fløga: Byrta
- Ársins bólkur/einstaklingur: Byrta
- Ársins live bólkur: Swangah
Aðrar virðislønirRætta
- Ársins nýggi bólkur: Byrta
- Ársins framleiðari: Baroli Music
- Ársins videolag: Greta Svabo Bech fyri Broken Bones
- Ársins tónleikaheiður: Simme[10]
- Ársins átak: HOYMA við Jón Tyril og øðrum
- Ársins tekstur: Jóanes Nielsen fyri sangin Lívið er júst sum tað er, sum Kári Sverrisson hevur gjørt lag til og hevur sungið tekstin
- Ársins fløguhúsið: Valkyrja hjá bólkinum Týr
Tilnevningar 2014Rætta
Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkurinRætta
Ársins sangari ella einleikariRætta
Ársins bólkur ella einstaklingurRætta
Ársins fløgaRætta
- Valkyrja – Týr
- Evst – Hamferð
- Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Ársins sangurRætta
- Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
- Tokan – Marius og Svavar Knútur
- Nation – Týr
Opni bólkurinRætta
Ársins einleikari ella bólkurRætta
Ársins fløgaRætta
- Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
- Skrímslið, lítla systir mín - Eivør
- Hvussu bendir man spónir - Bendar Spónir
Ársins lag/verkRætta
- Lurta nú – Eivør
- Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
- Hin nýggi sangurin – Bendar Spónir
Popp bólkurinRætta
Ársins sangariRætta
Ársins songkvinnaRætta
Ársins fløgaRætta
- Byrta – Byrta
- Story Music – Teitur
- Undirgangstónar – Swangah
- Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup
- With Stars & Legends – Hallur
Ársins sangurRætta
- Loyndarmál – Byrta
- Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv
- Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech
- Rock And Roll Band – Teitur
- Heyah – Allan Tausen
Ársins bólkur/einstaklingurRætta
Ársins nýggi bólkur/einstaklingurRætta
- Byrta
- Døgg Nónsgjógv
- Greta Svabo Bech
- The Absent Silver King
- LoverLover
- Flamma
- Allan Tausen
- Laila av Reyni
- Jákup Lützen[11]
Ársins framleiðararRætta
Ársins videolagRætta
- All In – Tú, leikstjóri: Polar Films Entertainment[12]
- Lena Andersen – The Fighter, leikstjóri: Lene Drachmann[13]
- Byrta – Norðlýsið, leikstjóri: Heiðrik á Heygum[14]
- Eivør – True Love, leikstjóri: Heiðrik á Heygum[15]
- Greta Svabo Bech – Broken Bones, leikstjóri: Jamie Quantrill[16]
Sí eisiniRætta
KeldurRætta
- ↑ nordlysid.fo, Tríggjar dómsnevndir hava talað
- ↑ kvf.fo - FMA 2015: Her er øll tey tilnevndu
- ↑ Midjord, Eyðbjørt Skylv (5. mars 2018). "FRUM fær tvær tilnevningar afturat". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/greinar/2018/03/05/frum-faer-tvaer-tilnevningar-aftrat. Heintað 12. marts 2018.
- ↑ Egholm, Sverri (10. mars 2018). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA-virðisløn". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fmavirdislon.html. Heintað 12. marts 2018.
- ↑ "Tilnevningarnar til FMA 2018 klárar". Portal.fo. 28. februar 2018. http://portal.fo/tilnevningarnar+til+fma+2018+klarar.html. Heintað 12. marts 2018.
- ↑ in.fo - Guitaristurin gjørdist sangari, skrivað hevur Danjal av Rana, hin 14. mars 2015.
- ↑ in.fo - Hesi vunnu á FMA, skrivað hevur Danjal av Rana, hin 15. mars 2015.
- ↑ Sosialurin frá 17. mars 2014 "Fakta um FMA".
- ↑ aktuelt.fo, FMA - seinni hálvleikur: Simme fekk ársins tónleikaheiður
- ↑ in.fo, Ársins tónleikaheiður: Simme
- ↑ Kvf.fo, FMA: Tilnevningarnar klárar
- ↑ Tú á Youtube
- ↑ The Fighter á YouTube
- ↑ Norðlýsið á YouTube
- ↑ True Love á YouTube
- ↑ Broken Bones á YouTube