Yggdrasil er eitt norðurlendskt tónleikaensemble við støði í Føroyum. Tónleikabólkurin varð stovnaður í 1981 av tí danska/føroyska tónasmiðinum og pianistinum Kristian Blak, sum hevur skrivað tað mesta av tilfarinum hjá bólkinum. Alla tíðina hevur Yggdrasil havt tónleikarar frá øðrum Norðurlondum, sum koma frá einum fjølbroyttari tónlistaligari bakgrund, serliga við støði í jazz, men eisini frá etniskum tónleiki, fólka-, rokk- og klassiskum tónleiki.

Tey flestu verkini eru blivin skapt í samstarvi við aðra list: visuellari list, skaldskapi, ballet, opera - ella í summum førum við náttúruni (konsertir í gjáum/holum við sjógvin). Tá fløgan Seta kom út í 2009, varð skipað fyri útgávukonsert í Klæmintsgjógv.[1]).

Bólkurin eitur eftir heimstræðnum Yggdrasil í Norrønu gudalæruni.

Limir í Yggdrasil

rætta

Verandi og fyrrverandi limir í Yggdrasil:

Tónleikaútgávur

rætta
  • Den Yderste Ø (HJF 12, Tutl 1981) - yrkingar eftir William Heinesen
  • Ravnating (HJF 13, Tutl 1982) - eitt multimiðlaverk við tónleiki sum Kristian Blak hevur komponerað og myndarøð eftir Philippe Carré.[2]
  • Heygar og Dreygar /
    The Four Towers ballet gjørt við íblástri frá "Barnetegning" eftir William Heinesen (HJF 15/19, Tutl 1985)
  • Concerto Grotto /
    Drangar - tónleikur skrivaður til "standmyndir" í føroysku náttúruni (HJF 33, Tutl 1984 / 1993)
  • Brøytingar (HJF 21, Tutl 1988)
  • Yggdrasil (HJF 88, Tutl 2002) - sangari: Eivør Pálsdóttir
  • Live in Rudolstadt (HJF 99, Tutl 2004) - við luttøku av Eivør Pálsdóttir (live-upptøkur frá TFF Rudolstadt 2003)
  • The Tübingen Concert (2 DVD, HJF 122DVD, Tutl 2005) - live-upptøkur á University Hospital, Tübingen (Týskland)
  • Risastova (HJF 111, Tutl 2006 ) - sangari: Kári Sverrisson
  • Askur (2 CD, HJF 133, Tutl 2007) - live-upptøkur 1982-2006
  • Duologues - Kristian Blak og Anders Hjuler
  • Seta - Richard Nunns & Yggdrasil - HJF155, Tutl, 2009. Richard Nunns er úr Ný Sælandi, hann og Kristian Blak, Heðin Ziska Davidsen og Mikael Blak hava gjørt tónleikin við ljóðførum úr Norðurlondum og frá Maori siðvenjuni. Upptøkurnar eru gjørdar í Klæmintsgjógv og í Studio Bloch.
  • Grót & Vatn (HJF 233, Tutl 2012) - live-upptøkur í Norðurlandahúsinum, Tórshavn

Keldur

rætta
  1. Planet.fo[deyð leinkja] Útgávukonsert í Klæmintsgjógv
  2. "Kristianblak.com". http://www.kristianblak.com/index.php?option=com_content&view=article&id=18:hjf013&catid=3:recordings-with-yggdrasil&Itemid=6. Heintað 2013-02-06. 

Slóðir úteftir

rætta