Mikael Blak

føroyskur tónleikari, tónaskald og tónleikaframleiðari

Mikael Blak (føddur 1979) er ein føroyskur tónleikari, tónaskald og tónleikaframleiðari. Hann spælir á fleiri ymisk ljóðføri eitt nú bass og kontrabass. Hann er basspælari í punk-bólkinum 200. Harumframt hevur hann spælt bass við eitt nú Eivør Pálsdóttir.[1] Hann var ein av tónleikarunum, sum spældu til Summartónar 2012.[2] Mikael er sonur kenda tónleikaran og tónasmiðin Kristian Blak. Teir báðir eru, saman við øðrum, limir í klassiska tónleikabólkinum Yggdrasil, Kristian er leiðari og spælir klaver, og Mikael spælir bass.[3] Mikael hevur framleitt fløguna Á fold eru túsund gudar hjá Hanus G. Johansen,[4] fløgan kom út í november 2012.

Mikael Blak í 2013.

Komponerað tónleik til virðisløntir filmar rætta

Mikael Blak hevur komponerað løg til stuttfilmarnir Summarnátt og Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá. Summarnátt vann tann allarfyrsta Geytan, ið er ein føroysk filmsheiðursløn. Tey fýra løgini sum mynda soundtrackið í Summarnátt hava hesi heiti: ”Byrjan”, "Dýrdarfall”, ”Summardáar” og ”Summarnátt”.[5] Stuttfilmurin Vetrarmorgun vann eina virðisløn á einum av heimsins størtstu filmsfestivalum, á Berlinaluni 2014. Filmurin vann í bólkinum The Special Prize of the Generation 14plus International Jury.[6]

Útgávur rætta

Við 200 rætta

Spælir ymisk ljóðføri rætta

  • Eivør, 2000, TUTL (kontrabass)[8]
  • Teitur ‎– The Singer, 2008, Playground Music Scandinavia (bass)
  • Clickhaze ‎– EP, Tutl, 2002. Mikael spælir her: Acoustic Bass, Organ [Hammond], Synthesizer [Moog].
  • Kristian Blak & Yggdrasil (8) ‎– Risastova, Tutl, 2006. Mikael spælir bass.[9]
  • Tobias Fröberg ‎– Somewhere In The City, FireEgg Recordings , 2006. Bass.[10]

Filmstónleikur rætta

  • 2013 - Gjørdi fleiri løg til stuttfilmin Vetrarmorgun, sum vann virðisløn á Berlinaluni 2014.
  • 2012 - Gjørdi fýra løg til stuttfilmin Summarnátt, sum vann fyrstu føroysku filmsvirðislønina Geytan.

Keldur rætta

  1. [1]
  2. Listinblogg.blogspot.dk, Summartónar 2012
  3. Kristianblak.com
  4. Birkblog.blogspot.dk Heilag løta við Hanusi og túsund gudum
  5. Knuthabergeysturstein.blogspot.dk
  6. Berlinale.de, PRESS RELEASES 2014
  7. Discogs.com
  8. discogs.com
  9. discogs.com
  10. Discogs.com

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið