Hanus G. Johansen

føroyskur sangari og tónasmiður
Hanus G. Johansen syngur í Stóra Pakkhúsi í Vági í 2010.

Hanus Gjærdum Johansen, best kendur sum Hanus G. ella Hanus G. Johansen, er føddur í Klaksvík 18. juni 1950. Hann er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað norska yrkjaran Jakob Sande. Hann framførir onkuntíð við Aldubáruni og hevur eisini sungið saman við Frændum. Í 1998 var hann føroyskt innslag á mentanartiltaki í økinum kring Flekkefjord í Noregi. Hanus er eisini kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum Poul F. Joensen. Hanus hevur gjørt lag til fleiri av yrkingunum hjá Poul F. Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist "Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F." Henda útgáva kom út sum fløga (CD) 20 ár seinni í 2008.[1]

ÚtgávurRætta

HeiðurRætta

Slóðir úteftirRætta

Sí miðlasavnið


KeldurRætta