Bernhard Brim er dulnevni fyri Jákup Bernhard Joensen, ið borin varð í heim við Gjógv í 1915. Hann doyði í 1969.[1]

Manndómsár síni búði hann í Klaksvík, har hann drúgt tíðarskeið rak kykmyndahøllina »Atlantis Bio«.

Alt frá ungum árum festi hann yrkingar á blað, og eftir hann eru trý søvn:

  • Fyrsta savnið »Bardagaskaldið«, 1956, er vígt starvsbrøðrum hansara undir seinna heimsbardaga, siglingarmonnunum, og flestu yrkingarnar taka evni úr tíðarskeiðinum 1939-45.
  • Annað savnið »Vinir mínir« kom í 1959, og sum navnið sigur, er dastið av yrkingunum í hesum savni heilsur og minnisyrkingar til menn, ið gjørdust vinmenn skaldsins á lívsleiðini, men her finst eisini »Kvøðan til Klaksvíkar«, sum klaksvíkingar tykjast hava valt sær til eyðkennisong.
  • Í 1967 kom triðja og seinasta savnið »Tað var í mai«, og sum navnið bendir á, rúmar tað vár- og ástaryrkingum; ein hin hepnasta er henda:

Keldur

rætta
  1. Snar: Bernhard Brim (1915-1969). Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.