Gjógv er ein bygd á Eysturoynni. Bygdin er ein av teimum smærru í kommununi, við 31 íbúgvum, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin Funningur, men tó neyvan seinni enn tíðliga í miðøld. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv.

Gjógv
Gjov (danskt)
Bygd
Gjógv
Gjógv
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Sunda kommuna
Íbúgvar 31 (2019)[1]
Postnummur FO-476
Markatal 15-00-00

Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná Seinna heimsbardaga fekk Gjógv bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini er skúli, sum er bygdur í 1883. Eisini hevur bygdin samkomuhús.

Av vinnuligum virksemi við Gjógv kann nevnast Elementvirkið, sum varð stovnað í 1982. Her verða betongelement gjørd til ymiskar bygningar. Gjáarsmolt hevur eisini havt smoltstøð í bygdini, men soleiðis sum viðurskiftini hava lagað seg í alivinnuni, hevur støðin ligið still eina tíð. Tó verður vónað, at tá framleiðslan kemur upp aftur á sítt gamla støði, kann hetta virksemi takast upp aftur.

Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í 1984 byrjaði Gjáargarður sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í 2006 hevur tiltakið Gjógv Adventure havt virksemi við útferðum og við sølu av ymiskum til ferðafólk í gamla handilinum í bygdini. Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin og ymisk støð nærhendis bygdina.

Norska filmsrøðin Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? fer fyri tað mesta fram við Gjógv. Filmsrøðin var tann fyrsta filmsrøðin, ið var víst í norskum biografum, tað bleiv hon í 2011. Røðin varð eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya nakað seinni.

Myndasavn rætta

Keldur rætta

  1. Hagstova.fo

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið