Guðrið Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir (fødd 6. oktober 1980 í Tórshavn sum Guðrið Hansen) er ein føroysk songkvinna, sangskrivari og tónleikari. Hon er uppvaksin á Argjum og hevur fingist við tónleik, síðan hon var blaðung. Hon er dóttir Louisu og Hans Carl Hansen. Pápi hennara er ein kendur guitarleikari í Føroyum, hann hevur eitt nú spælt við orkestrunum Straight Ahead og Streingjasúpan. Tá Guðrið var 14-ára gomul lærdi pápi hennara hana at spæla guittar, og so fór hon í holt við at gera sínar egnu sangir.[1] Guðrið hevur seinastu árini verið ein tann best umtókta føroyska songkvinnan. Hon flutti til Íslands at búgva eftir útgávuni av Beyond the Grey í 2011.[2] Seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Hon hevur áður spælt á Summar Festivalinum. Hon hevur tvær ferðir vunnið heiðurslønir á Planet Awards. Fyrst varð hon kosin Ársins songkvinna í 2007 og síðan varð fløga hennara The Sky is Opening kosin Ársins útgáva á Planet Awards 2009.

Guðrið Hansdóttir í mai 2008.

Guðrið er kend fyri at hava sínar framførslur í vøkrum kjólum, og sangirnir hjá henni eru frálíkir. Síðani sangirnir komu út á fløgu, hava teir fingið ta viðurkenning, sum teir hava uppiborið.

Triðja tónleikaútgávan hjá Guðrið, Beyond the Grey, varð í Íslandi vald til nummar 9 á einum topp-10 lista yvir bestu tónleikaútgávur í Íslandi tað árið (2011).[3]

Í 2013 stovaðu Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen elektro-duo'ina Byrta. Janus býr í Íslandi, har hann er ein av fýra limum í tónleikabólkinum Bloodgroup. Guðrið búði í Íslandi í 1½ ár frá summarinum 2011 til umleið ársskiftið 2012/13, og har funnu tey bæði útav at samstarva um nýggja popptónleik, og nú hava tey stovnað bólkin Byrta. Guðrið hevur skrivað allan tónleikin, meðan Janus spælir øll ljóðførini og hevur framleitt fløguna, sum kom út í mai 2013.[4]

Útgávur rætta

Egnar útgávur rætta

Tónleikaútgávur við Byrta rætta

Byrta er ein tónleikaduo við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen. Tey góvu út fleiri stakløg í 2013 og eina fløgu í mai 2013.[6]

  • 2013 Byrta (CD)
  • 2013 Loyndarmál (staklag)[7]
  • 2013 Andvekur (staklag)
  • 2013 Eydnan (staklag)

Heiður rætta

Keldur rætta

  1. Tutl.com
  2. Facebook.com
  3. Kringvarpið hevði samrøðu við Guðrið Hansdóttir 25. januar 2013.
  4. Kringvarp.fo Kend tónlistafólk stovna elektro-duo
  5. "Aktuelt.fo, Guðrið Hansdóttir givið út fløgu við 7 løgum í dag". http://aktuelt.fo/gudrid+hansdottir+givid+ut+flogu+vid+7+logum+i+dag.html#.UwxI20IhCK0. Heintað 2014-02-25. 
  6. Kringvarp.fo Kend tónlistafólk stovna elektro-duo
  7. Soundcloud.com
  8. Planet.fo[deyð leinkja] Planet Awards 2011: Tey tilnevndu eru… (in Faroese, list of the nominted artist, albums and musical groups for the Planet Awards 2011)

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið