Byrta er ein føroyskur elektro pop tónleikabólkur, sum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen stovnaðu í 2013.

Søga rætta

Samstarvið millum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen byrjaði í 2011, meðan bæði búðu í Íslandi, Janus hevði búð har í fleiri ár, meðan Guðrið nýliga var flutt til Reykjavíkar at búgva. Janus er best kendur í Íslandi sum ein av limunum í tónleikabólkinum Bloodgroup. Guðrið plagdi fyrr at skrivað alt á enskum, men meðan hon búði í Íslandi fór hon í holt við at skriva á føroyskum. Hon helt tó ikki at hetta nýggja tilfarið riggaði til hennara soloverkætlan, so tá hon møtti Janus, spurdi hon hann, um hann var áhugaður í einum samstarvi, og tað var hann.

Í mai 2013 góvu tey út eina fløgu við 10 løgum, fløgan nevnist Byrta og varð útgivin av plátufelagnum Tutl.[1] Eitt staklag av fløguni var útgivið í februar 2013 á internetinum, tað er lagið Loyndarmál,[2] sum var nógv at hoyra á føroysku útvarpsrásunum. Guðrið hevur skrivað sangirnir á fløguni, meðan Janus spælir øll ljóðførini á fløguni, tað er eisini Janus sum hevur framleitt tónleikin á fløguni.

Frá 30. oktober til 3. november 2014 luttók Byrta á íslendka tónleikafestivalinum Iceland Airwaves 2013. Umframt Byrta luttóku eisini Eivør Pálsdóttir og Marius Ziska.[3] Við árslok 2013 varð tónleikabólkurin Byrta hálovaður av fleiri føroyskum tónleikaummælarum. Í útvarpssendingini Brunsj vóru fýra ummælarar samdir um, at útgávan hjá Byrta var besta føroyska tónleikaútgáva í 2013. Tey valdu sjálvi út millum allar útgávur sum vóru útgivnar av føroyskum tónleikabólkum og einstaklingum í 2013. Byrta var eisini ein av føroysku tónleikabólkunum, sum framførdu í nýggjárssendingini, sum var víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya nýggjársaftan 2013. Frá 23. januar til 20. februar 2014 var Byrta á Danmarkarturne saman við norðurlendsku tónleikabólkunum Good Moon Deer (Ísland), Sea Change (Noreg) og Sekuoia (Danmark). Talan var um festivalin Nordisk 2014, sum varð hildin fyri aðru ferð, har útvald tónleikanøvn úr norðurlondum, sum umboða tað nýggja innan norðurlendskan tónleik, fáa høvi til at spæla teirra tónleik á fleiri ymiskum støðum í Danmark, Føroyum og Íslandi. Nordisk 2014 skuldi byrja í Værløse í Danmark 23. januar, ymsastaðni í Danmark á tilsamans 10 støðum fram til 8. februar har seinasta framførslan skuldi vera í Helsingør, síðan í Havn í Føroyum hin 15. februar og so at enda fýra konsertir í Íslandi frá 17. til 20. februar 2014.[4]

Tónleikaútgávur rætta

Heiður rætta

  • 2014 - Vann virðisløn á FMA 2013 í popp-bólkinum sum Ársins bólkur/einstaklingur
  • 2014 - Vann virðisløn á FMA 2013 sum Ársins nýggi bólkur
  • 2014 - Vann virðisløn á FMA 2013 í popp-bólkinum sum Ársins fløga
  • 2014 - Tilnevnd Ársins nýggi bólkur/einstaklingur á FMA 2013 (vann ikki)
  • 2014 - Tilnevnd Ársins videolag á FMA 2013 (vann ikki)
  • 2013 - Fløguútgávan Byrta kosin sum nummar eitt av øllum føroyskum tónleikaútgávum í 2013 í útvarpssendingini Brunsj hjá Kringvarpi Føroya í desember 2013. Tað vóru tríggir tónleikaummælarar ið tilnevndu fimm tónleikaútgávur hvør, tey vóru Niels Uni Dam, Elin Brimheim Heinesen og Uni Leitisstein Hansen.
  • 2013 - Væl á veg heiðurslønin, sum varð latin á G! festivalinum. Væl á veg prísurin varð stovnaður í 2012 av G! Festivalinum og Atlantic Airways.[5]

Keldur rætta

  1. Last.fm, Byrta
  2. Soundcloud.com
  3. "Music.fo". http://music.fo/2013/08/31/three-faroese-acts-at-iceland-airwaves/. Heintað 2014-01-18. 
  4. "Gaffa.dk, Byrta – færøsk elektroduo på Danmarksturné". http://gaffa.dk/nyhed/79908. Heintað 2014-01-18. 
  5. "Planet.fo, Byrta vann Væl á veg prísin 2013 á G!". http://planet.fo/grein/byrta_vann_val_a_veg_prisin_2013_g. Heintað 2013-07-23. 

Slóðir úteftir rætta