Marius Ziska

føroyskur tónleikari, sangskrivari og sangari

Hans Marius Weihe Ziska er ein føroyskur tónleikari, sangskrivari og sangari. Hann frammførir bæði sum einstaklingur og í tónleikabólkum, eitt nú í bólkinum Marius. Hansara tónleikalívsleið byrjaði, tá hann sum 16 ára gamal luttók í Prix Føroyar við Flux. Síðan hevur hann framført á konsertum og tónleikafestivalum bæði í Føroyum og í øðrum londum, eitt nú í Danmark og Týsklandi.[1]

Tað var við sigrinum í føroysku GBOB kappingini,[2] at Marius veruliga gjørdist kent navn millum føroyingar. Í GBOB heimsfinaluni í London fekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland og Ísland. Hetta var við til at gera, at Marius var í uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólk á Planet Awards hetta árið.

Tónleikaútgávur

rætta

Stakløg

rætta

Tónleikabólkurin Marius Ziska

rætta

Limir í bólkinum Marius Ziska

rætta

Fyrrverandi limir

rætta

Heiður

rætta
  • 2014 - Vann FMA virðisløn fyri ársins sang í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk fyri sangin Tokan, saman við Svavar Knútur
  • 2012 - Tilnevndur Planet Awards 2012 í bólkinum Ársins sangari[3]
  • 2009 - Tilnevndur Planet Awards 2009 í bólkinum Ársins sangari
  • 2005, desember - Tilnevndur Planet Awards í bólkunum Besti nýggi bólkur og Besti bólkur
  • 2005, desember - Nr. 6 á Global Battle of the Bands (GBOB) í London[4]
  • 2005, november - Vann føroysku GBOB tónleikakappingina, sum gav eitt pláss í GBOB í London

Keldur

rætta
  1. Mariusziska.com[deyð leinkja]
  2. Myspace.com
  3. Planet.fo Archived 2013-01-22 at the Wayback Machine Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012
  4. Gfestival.com Marius (FO)

Slóðir úteftir

rætta