Knút Háberg Eysturstein
Knút Háberg Eysturstein (f. 1980) er ein føroyskur tónleikari, sangskrivari, diskari, tónleikafrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Lívsleið innan tónleik
rættaSíðani 2004 hevur Knút verið virkin í soloverkætlan í egnum navni, umframt at hann hevur leikt í bólkum og verkætlanum sum Konni Kass, Svartmálm, Silvurdrongur, Sakaris, Hogni, Anders Riis, Kata v.fl. Knút gjørdi av fyrstan tíð vart við seg sum gittarleikari í bólkinum Marigold (1999-2003), ið spratt úr Grót umhvørvinum. Í 2003 gjørdist bólkurin Gestir (2002-2007) vinnari av Prix Føroyar. Árið eftir kom fyrsta solofløgan hjá Knúti; Havsglóð, ið var framleidd av Allan Tausen og Knúti. Frá 2006-2009 var Knút vertur í tónleikasendingini Rokkstovan. Rasmus Rasmussen, sáli, var upprunaliga vertur. Knút hevur diskað síðani 2006. Sum diskari var hann partur av átakinum Undirbeat frá 2007-2010. Í dag er hann fastur fúsur í Sirkus í Vágsbotni undir heitinum übernörd.
Í 2006 var Knút tangentleikari á tveimum fløguútgávum. Gestir góvu út fløguna Burtur frá Toftunum og spældu í Føroyum, Danmark og Íslandi. Marius góvu út fløguna The Sky Is Our Home og spældu í Føroyum og Íslandi. Í mai 2008 fór Knút í Lundgaard Studios, DK at taka upp til næstu plátuna. Við honum vóru Bogi á Lakjuni (gittar, produktión), Jens L. Thomsen (bass, upptøka, ljóðbland) og Høgni Lisberg (trummur). Úrslitið gjørdist The Desert Holds A Flower, ið kom út á Plátufelagnum Tutl í 2009. Í 2011 fór Knút undir sína triðju solo útgávu, hesuferð við Jens L. Thomsen sum framleiðara. Plátan fekk heitið On High og var útgivin í juli 2013. Í juni 2014 kom fyrsta plátan hjá Tuxedo Rebels, ið er tvíbólkurin hjá Knúti og Peturi Pólsyni.
Á vári 2015 gjørdist Knút tangentleikari í bólkinum hjá Konni Kass (sang, saksofon). Hinir tónleikararnir eru Per I. Højgaard Petersen (trummur) og Torleik Mortensen (bass). Bólkurin gav debutplátuna Haphe út í november 2016. Í samband við útgávuna fór bólkurin á konsertferðir í Føroyum og Evropa. Á vári 2016 stovnaðu Benjamin Petersen (sang, gittar), Knút H. Eysturstein (gittar, tangentar), Torleik Mortensen (bass) og Per I. Højgaard Petersen (trummur) black/doom bólkin Svartmálm, ið vann Wacken Metal Battle Føroyar 2016. Svartmálm spældi á Wacken Festivalinum í Týsklandi í 2016 og á Spot Festival í 2017. Svartmálm útgav debut plátuna "Svartmálm" á plátufelagnum Tutl í februar 2018. Konni Kass og bólkurin eru í løtuni í holt við upptøkurnar til næstu plátuna við Jens L. Thomsen sum framleiðara.
Útgávur
rættaEgnar útgávur
rætta- 2004 - Knút Háberg Eysturstein Havsglóð[1]
- 2009 - Knút The Desert Holds A Flower[2]
- 2013 - Knút On High. Útgávudagur 11. juli.[3]
- 2021 - Knút Villiniborg (staklag). Útgávudagur 9. juli.[4]
- 2021 - Knút Himnafar (staklag). Útgávudagur 1. oktober.[5]
- 2022 - Knút Ogn (staklag, orð eftir Regin Dahl (1918-2007)). Útgávudagur 28. januar.[6]
- 2023 - Knút Tú ert (staklag, orð eftir Regin Dahl (1918-2007)). Útgávudagur 1. juni.[7]
- 2023 - Knút Vit sótu við havið (staklag). Útgávudagur 22. september.[8]
- 2023 - Knút Hjartasláttur. Útgávudagur 24. november.[9]
Tónleikari á hesum útgávum
rætta- 2005 - Petur Pólson Koma (keys, gittar, co-sangskrivari)
- 2006 - Gestir Burtur frá Toftunum (keys)
- 2006 - Marius The Sky Is Our Home (keys)
- 2009 - Petur Pólson Tokyó (keys, gittar, co-sangskrivari)
- 2011 - Høgni Reistrup Samrøður við Framtíðina (keys)
- 2013 - Høgni Lisberg EP (synth á 'Minnið')
- 2013 - Allan Tausen Unknown (hammond orgul)
- 2014 - Tuxedo Rebels Sometimes The World Is Dark (framleiðari, co-sangskrivari, tónleikari)
- 2014 - Orka Leipzig (kór á lagnum 'Black Ice Age')
- 2014 - Ave Benjamin Petersen & Ave Petur Pólson Ave (keys)
- 2014 - Høgni Lisberg Call For A Revolution (keys, co-arrangør)
- 2015 - Altverkið EP (keys)
- 2016 - Konni Kass Haphe (keys, co-sangskrivari, co-arrangør)
- 2017 - Anders Riis Alt Væk (keys)
- 2017 - Lea Kampmann Common Blue EP (co-framleiðari, synth)
- 2018 - Svartmálm Svartmálm (co-framleiðari, co-sangskrivari, gittar, keys)
- 2018 - Sawdust & Rust Leaving A Memory (keys)
- 2019 - Lea Kampmann Sail (single) (co-framleiðari, synth)
- 2020 - Anders Riis Opdrift (keys)
- 2021 - Konni Kass Diplopia (keys, co-arrangør)
Bókaútgávur
rætta- 2019 Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin, Vestmanna: Sprotin.
Ritgerðir og greinir
rætta- 2018 "Tónar av manna munni - um tað siðbundna í samtíðini", í: Frændafundur 9 Archived 2021-01-24 at the Wayback Machine, Hugvísindastofnun Háskóla Íslands, s. 199-210.
- 2016 "Upptøkur í hundrað ár - um innsavnan av siðbundnum tónleiki í Føroyum", í: Varðin Mentanarrit, 83 nr. 1, s. 129-140
- 2015 "Færøsk kædedans - at opføre nationen?" (fyrilestur/paper), Kvæðaráðstevna/Ballad Conference, Norðurlandahúsið juli 2015
- 2014 "Regin Dahl - tónaskald í útlegd", í: Sosialurin 9, 12. desember 2014
- 2014 Regin Dahl og Færøerne - Komponisten Regin Dahl og færøsk identitetsdannelse, kandidat/M.A. ritgerð á Københavns Universitet, Institut for Kunst og Kulturvidenskab
- 2010 Black metal, religion og liminalitet, B.A. ritgerð á Københavns Universitet, Institut for Kunst og Kulturvidenskab