Tutl (TUTL) er eitt føroysk plátufelag, sum varð sett á stovn í 1977. Plátufelagið hevur heimstað í Havn og hevur ein handil, sum selur tónleikaútgávurnar hjá felagnum, handilin liggur á Káta Horninum í Havn. Av og á eru útgávukonsertir inni í handlinum. Tað eru føroyskir tónleikarar og tónasmiðir, ið eiga Tutl. Tað var tónleikarin og tónasmiðurin Kristian Blak, ið tók stig til at stovna Tutl, og stendur hann enn fyri felagnum. Tutl hevur útgivið nógvar fløgur, plátur og kasettubond hjá føroyskum artistum og tónleikabólkum, umleið 100 ymiskir einstaklingar innan føroyskan tónleik hava fingið tónleik teirra útgivnan av Tutl.[1] 50. útgávan var ein fløga við Mariu Guttesen.

Kristian Blak tók stig til at stovna Tutl í 1977.
Tutl-bussurin á mentanarstevnu í Sumba í juni 2013.

Keldur rætta

  1. Tutl.com

Ávísngar úteftir rætta