Kaj Johannesen
føroyskur tónleikari og skald
Kaj Johannesen (føddur í 1963 í Leirvík, deyður 21. oktober 2020) var føroyskur tónleikari og skald.
Hann byrjaði tónlistarligu yrkisleið sína við at spæla bass, men hevur síðani eisini sungið og spælt guitar og slagverk. Yngra ættarliðið kendi best Kaj sum trummusláara, einamest frá bólkunum Moirae, Taxi, Húskallar og øđrum. [1]
Kaj var í fleiri ár formaður í FUT, sum m.a. skipaði fyri árligu Ólavsøkukonsertini.