Høgni Reistrup

føroyskur tónleikari, rithøvundur og vinnulívsmaður

Høgni Reistrup ella Högni Reistrup sum er navnið hann brúkar sum tónleikari (føddur 1984) er ein føroyskur sangari, sangskrivari, tónleikari og rithøvundur, útbúgvin miðlafrøðingur (cand.mag í miðlavísindum). Hann hevur givið út fýra fløgur.

Høgni Reistrup í 2015

Fjórða útgávan hjá Högna Reistrup við heitinum "Áðrenn vit hvørva" kom út 2. desember 2013. Útgávan er tøk á plátu, fløgu og talgilt. Upptøkurnar eru framdar í Berlin og í Reykjavík. Framleitt tilfarið á "Áðrenn vit hvörva" hava Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson.

Fyrsta staklagið av "Áðrenn vit hvörva" var Vegurin [1]

Hann gav út sína fyrstu fløgu 11. juli 2007 við heitinum "Hugafar á ferð". Fløgan fekk góð skoðsmál og millum annað 4/6 stjørnur í viðurkenda danska tónleikablaðnum Gaffa. Sangurin Vit vita at so er av fyrstu útgávuni lá ovast á hittlistanum í føroysku útvarpssendingini 15 tær bestu i 8 vikur.

Høgni er eisini rithøvundur. Hann gav út bókina Valið og valdið í 2011 saman við Stefani í Skorini. Í bókini greina 17 ymiskir frøðingar løgtingsvalið við útgangsstøði í servitan teirra. Í 2012 góvu Høgni og Heri á Rógvi út bókina Exit Føroyar[deyð leinkja], ið fekk sera nógva umrøðu.

Útgávur

rætta

Tónleikaútgávur

rætta
  • Áðrenn vit hvørva, 2013.[2] Fløgan er tikin upp í Berlin og Reykjavík og ljóðblandað í Íslandi av Janusi Rasmussen. Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson framleiddi fløguna. Hon kom út 2. desember 2013. Á fløguni eru ellivu skeringar. Tekstirnir eru á føroyskum.
  • Samrøður við framtíðina, 2011.[3] Fløgan er tikin upp í Føroyum og ljóðblandað í Íslandi av íslendinginum Styrmir Hauksson. Janus Rasmussen framleiddi fløguna. Hon kom út í november 2011. Fløgan telur tíggju skeringar við føroyskum tekstum.
  • Trý fet frá tilveruni, 2010.[4] Tónleikurin er tikin upp í Føroyum og ljóðblandaður í Dublin av íranum Kieran Lynch. Fløgan kom út 1.mars 2010. Fløgan telur tíggju skeringar við føroyskum tekstum.
  • Hugafar á ferð, 2007.[5] Tónleikurin er tikin upp í Føroyum. Fløgan telur tíggju skeringar við føroyskum tekstum.

Bókaútgávur

rætta
  • 2011 - Valið og valdið, Høgni Reistrup, Stefan í Skorini, (17 ymsir frøðingar greina løgtingsvalið út frá ymiskum sjónarmiðum), 258 síður, ISBN:978-99918-71-74-5[6]
  • 2012 - Exit Føroyar, Heri á Rógvi og Høgni Reistrup, (um fólkafráflyting úr Føroyum), Sprotin[7]
  • 2015 - Framtíðin er okkara, Høgni Reistrup, (um føroyskan politikk og eitt sjálvbjargið samfelag), Sprotin[8]

Útbreiðsla

rætta

Umframt at tónleikurin er nógv spældur í Føroyum, hevur hann eisini verið at hoyrt í millum annað Íslandi, Týsklandi, Onglandi, Skotlandi, Danmørk, Grønlandi og Finnlandi.

Vinnuvirksemi

rætta

Høgni Reistrup hevur stovnað og er stjóri í fyritøkuni Guide to Faroe Islands, sum er ein marknaðarpallur fyri upplivingar til ferðafólk.[9]

Keldur

rætta
  1. Vegurin á Youtube.com
  2. http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/22/renn-vit-hvrva-hgni-reistrup
  3. "Sandportal.fo". http://www.sandportal.fo/tnleikur/innanlands/hogni-reistrup-vi-nggjari-flogu.aspx. Heintað 2012-10-11. 
  4. "Diskant.dk". http://www.diskant.dk/anmeldelser/pladeanmeldelser/h%C3%B8gni-reistrup-try-fet-fra-tilveruni.htm. Heintað 2012-10-11. 
  5. "Tutl.com". http://www.tutl.com/shop/index.php?productID=294. Heintað 2012-10-11. 
  6. Listinblog.blogspot.com
  7. Sprotin.fo[deyð leinkja]
  8. "Sprotin.fo". http://sprotin.fo/show_product.php?ProductId=665. Heintað 2015-08-04. 
  9. My Faroe Islands

Slóðir

rætta