Guide to Faroe Islands

føroysk fyritøka

Guide to Faroe Islands er størsta samstarvið í føroysku ferðavinnuni. Høgni Reistrup stovnaði felagið í Havn í 2018.[1] Høgni er stjóri í Guide to Faroe Islands.[2]

Guide to Faroe Islands
Slag
Smápartafelag
Ídnaður Ferðavinna
Stovnað 2018
Stovnari/ar Høgni Reistrup
Høvuðsskrivstova Tórshavn
Lyklapersónar
Høgni Reistrup (CEO)
Vørur Bókingarpallur
Heimasíða guidetofaroeislands.fo

Ferðafólk, sum vitja í Føroyum, kunnu bíleggja sær túrar og aðrar upplivingar beinleiðis á síðuni hjá Guide to Faroe Islands, sum savnar øll tey mongu tilboðini, sum føroyskir veitarar bjóða ferðafólkum.[3]

Guide to Faroe Islands er bæði til verandi veitarar, og so ber eisini til hjá nýggjum veitarum at brúka portalin. Tað er lætt og skjótt sum veitari at stovna egnan brúkara á Guide to Faroe Islands og leggja veitingarnar til ferðafólk út á síðuna. Síðani marknaðarførir Guide to Faroe Islands tilboðini hjá bæði stóru og smáu veitarunum.[4]

Á vári 2019 vóru oman fyri 100 ymiskar upplivingar við ferðaleiðara á síðuni.[5]

Vinnuframi stuðlaði í 2018 felagnum at byrja virksemið.[6]

Guide to Faroe Islands læt ein sølukliva upp á flogvøllinum í novembur 2019. Klivin er í komuhøllini á Vága Floghavn

Søluklivi á flogvøllinum

Heiður

rætta
  • 2019 - Fyritøkan varð tilnevnd Ársins nýbrot av Ferðavinnufelagnum á ferðavinnustevnu í Havn í mars 2019.[7]

Keldur

rætta

Slóðir úteftir

rætta