Ragnar Finsson sum forsangari í Blueberry Jam Session í 2014.

Ragnar Finsson (føddur 1996) er ein føroyskur punkrock og blues sangari. Hann gjørdist kendur, tá ið hann í 2008 luttók í talentkappingini hjá DR Talent 2008,[1] har hann endaði á einum triðjaplássi. Árið eftir Talent spældi hann á konsertum í Føroyum við sínum egna orkestri. Fyrst kallaðu teir seg A-55, síðan Stewies Loveranch, Ragnar spældi guitar og sang.[2] Pápi Ragnar, Finnur Hansen, er eisini tónleikari og spælir á ymiskum ljóðførum og er ofta tónleikari á upptøkum og tónleikaútgávum hjá føroyskum tónleikarum.[3] Mamma Ragnar, Malan Thomsen, er syngur eisini.[4]

Í 2016 varð Ragnar tilnevndur eina FMA virðisløn í bólkinum Ársins nýggja navn.

HeiðurRætta

KeldurRætta

  1. Dr.dk
  2. Torshavn.fo Ragnar í Tórsfagnaði
  3. Vev.fo
  4. Tutl.com