Mattias Kapnas

føroyskur tónleikari

Mattias Dimitris Kapnas (føddur 1991) er ein føroyskur tónleikari, sum lesur á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium. Hin 1. mars 2014 vann hann ta allarfyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum var fyri ungir føroyskir klassiskir tónleikarar. Hann var eisini limur í tónleikabólkinum Moby The Pink Pilot sum spældi progressivan rock. Bólkurin vann FM08 tónleikakappingina. Mattias er eisini limur í tónleikabólkinum Bendar Spónir, har hann spælir keybord.[1] Bólkurin var tilnevndur fleiri virðislønir á Faroese Music Awards 2014, hann var tilnevndur í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Folk og Blues sum Ársins bólkur, Ársins fløga og Ársins sangur.[2] Mattias er sonur tónleikaran Nikolaos Kapnas (1962-2015) og Hedvig Westerlund-Kapnas, hann er bróðir Theodor Kapnas, sum er ein av limunum í Hamferð.

Heiður

rætta

Keldur

rætta
  1. music.fo, Vetrarjazzur 2014[deyð leinkja]
  2. "Aktuelt.fo, Tey tilnevndu til Faroe Music Awards 2014 kunngjørd". http://aktuelt.fo/so+eru+tey+tilnevndu+til+faroe+music+awards+2014+kunngjord.html#.UyIhk_l_uT8. Heintað 2014-03-13.