Stella Polaris tónleikakappingin

Stella Polaris tónleikakappingin er ein tónleikakapping fyri ungar klassiskar tónleikarar úr Føroyum. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í Norðurlandahúsinum 28. februar og 1. mars 2014.

Stella Polaris 2014 rætta

Fimm dómarar vóru til tónleikakappingina. Dómsnevndarformaður var heimskendi skotski trompetleikarin John Wallace. John Wallace er rektari á Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow og er kendur víða um, sum ein av fremstu trompetleikarum seinnu mongu árini.

Dómari, ið umboðar tónleikagreinina í breiðari merking, var heimskendi blokkfloytuleikarin Michala Petri. Michala Petri er úrmælingur á blokkfloytu, og framførir kring allan heimin. Hon starvast harafturat eisini sum proffessari á Kgl danska tónlistaskúlanum í Keypmannahavn.

Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla var Bo Isholm, fyri Føroya Symfoniorkestur Bernharður Wilkinson og umboð fyri áhoyrarar verður Anna Sofía Restorff.[1]

Tey sum komu í finaluna vóru hesi: Alvi Joensen, guitar - Marta Torkilsdóttir Johannesen, floyta - Mattias Kapnas, klaver - Heiðrun Petersen, violin - Birita Poulsen, sang - og Ernst Remmel, trompet.[2] Vinnarin fekk 25.000 krónur umframt heiðurin at taka lut sum solistur á eini konsert við Føroya Symfoniorkestri. 2. virðisløn var kr. 10.000, 3. virðisløn var kr. 5.000 og 4. virðisløn var 2.000 krónur.

Vinnarar 2014 rætta

Vinnarar undir 18 ár rætta

Luttakarar til Stella Polaris 2014 rætta

Keldur rætta

  1. Torsportal.fo, Stella Polaris: innleiðandi umfar
  2. listinblog.blogspot.com, Finala í Stella Polaris Tónleikakappingini