Nikolaos Kapnas
Nikolaos Kapnas (føddur 1962 í Tasjkent, Usbekistan, deyður 22. desember 2015 í Føroyum) var ein tónleikari, ið leikti á violin og bratsj, hann var limur í Føroya Symfoniorkestri. Hann vaks upp í Usbekistan og vann har fleiri tónleikakappingar. 14-15 ára gamal flutti hann við familjuni til Thessaloniki í Grikkalandi, hagani pápi hansara var ættaður. Har tók hann solistdiplom við konservatoriið í Thessaloniki í 1982, har hann hevði Kosmas Galileas, professara, sum høvuðslærara. Síðan flutti hann til Belgia, har hann fór undir framhaldslestur hjá Clemens Quatacker, væl stuðlaður av Fonds Alex de Vries. Hann hevur starvast í 16 ár sum solobratsjleikari í belgiska útvarpsorkestrinum BRTN, umframt konsertvirksemi sum kamartónleikari og einleikari.[1]
Nikos Kapnas flutti til Føroya fyrstu ferð í 1994-95, har hann og familjan búði í Føroyum eitt royndarár.[2] Í 1998 flutti hann saman við konu síni Hedwig Westerlund-Kapnas og trimum børnum teirra: Matthias, Theodor og Saga til Føroya at búgva og búði hann her til hann andaðist av sjúku í desember 2015. Familjan búsettist á Velbastað.[3] Hedvig var finsk og tosaði svenskt við børnini, ið skiltu fýra mál, áðrenn tey fluttu til Føroya og tá lærdu føroyskt og danskt afturat. Nikos gjørdist ein av grundstuðlunum í Føroya Symfoniorkestri.[4] Sonur hansara, Matthias Kapnas, gjørdist tann fyrsti ið vann Stella Polaris tónleikakappingina í Norðurlandahúsinum, tá hann vann í 2014. Hin sonurin, Theodor Kapnas, er ein av limunum í tungmálmtónleikabólkinum Hamferð.
Keldur
rætta- ↑ einleikarafelag.net
- ↑ portal.fo - Nikolaos Kapnas til minnis, minningarorð eftir Oddvør Johansen, skrivað 27. des. 2015
- ↑ portal.fo - Til minnis um Nikolaos Kapnas, minningarorð um Nicolaos Kapnas, skrivað hevur Hanna Jensen
- ↑ vp.fo - Nikolaos Kapnas deyður