Hanna Jensen (fødd 19. februar 1973 í Leirvík) er ein føroyskur studentaskúlalærari og politikari (Framsókn). Hon var ein av stigtakarunum til at stovna Framsókn og er næstforkvinna í flokkinum.[1] Frá 2011 til 2015 var hon fyrsta varatingfólk hjá Framsókn og tók sæti fleiri ferðir á tingi. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting.

Hanna Jensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 19. feb 1973 í/á Leirvík
Alma mater Københavns Universitet, Fróðskaparsetur Føroya
Starv politikari, lærari
Politiskur flokkur Framsókn, Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
Commons Hanna Jensen
Hanna Jensen stendur her millum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Magna Laksáfoss

Hanna er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum frá Københavns Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, harumframt hevur hon eisini tikið próvtøku í pedagogikk og stjórnmálafrøði. Hon starvast sum studentaskúlalærari og lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy síðan 2005, áðrenn tað undirvísti hon á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hon býr í Norðagøtu.

Hon hevur verið býráðslimur í Eysturkommunu síðan 2009, og er forkvinna í Mentanarnevndini.[2] Hon umboðaði Fólkaflokkin til 2011, tá ið hon, Poul Michelsen og onnur tóku stig til at stovna Framsókn.[3]

Hanna hevur verið franskur konsul í Føroyum síðan 2010.[4]

Keldur rætta

  1. "framsokn.fo - Hanna Jensen". http://www.framsokn.fo/hanna+jensen_yuma.html. Heintað 2015-09-04. 
  2. "Archive copy". http://www.eysturkommuna.fo/Default.aspx?pageid=8644. Heintað 2015-09-04. 
  3. "Archive copy". http://aktuelt.dev.mashema.com/page/grein/nyggi_flokkurin_hja_poul_eitur_framsokn. Heintað 2012-07-22. 
  4. http://aktuelt.fo.webtestlink.com/grein/oskan_forpurrar_konsulskifti[deyð leinkja]