Poul Michelsen
Poul Johan Sundberg Michelsen (føddur 22. juli 1944 í Tórshavn), vanliga nevndur Poul Michelsen, er stovnari og fyrrverandi formaður fyri Framsókn, umframt vinnulívsmaður.[1]
Poul Michelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 22. jul 1944 í/á Tórshavn |
Starv | vinnulívsfólk, politikari, badminton player, fótbóltsleikari, table tennis player, consul |
Politiskur flokkur | Framsókn, Hin føroyski fólkaflokkurin |
Mál | Føroyskt mál, danskt mál |
Dátuheiti | |
Commons | Poul Michelsen |
Lívs- og vinnulig yrkisleið
rættaHann hevur útbúgving í handli og vinnulívi. Í 1974 setti hann á stovn vøruhandil í hjallaranum heima hjá sær sjálvum. Vøruhandilin mennist so mikið nógv, at í 1977 varð partafelagið P/F Poul Michelsen sett á stovn. Í 2015 starvaðust 60 fólk á PM Heilsølu, har Poul Michelsen framvegis er virkin sum forstjóri.
Poul Michelsen hevur eisini verið Føroya meistari í badmintoni fleiri ár á rað.
Politisk yrkisleið
rættaHann var býráðsformaður í Tórshavn 1980 - 1992. Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1984 til 1990 og aftur frá 2002. Næstformaður í Løgtinginum 1989 - 1990. Aðalkonsul fyri Finnland í Føroyum. 11. oktober 2010 valdi Poul Michelsen at melda seg úr Fólkaflokkinum. Stutta tíð seinni, á vári 2011, stovnaði hann saman við øðrum nýggja flokkin Framsókn, ið er ein liberalur tjóðskaparflokkur. Á løgtingsvalinum 2011 varð hann valdur á ting fyri Framsókn. Flokkurin fekk tvey umboð, hin tingmaðurin var Janus Rein, sum var nýggjur í politikki. Knapt eitt ár eftir valið, valdi Janus Rein tó at taka seg úr Framsókn og gjørdist leysgangari, og fór seinni í Fòlkaflokkin. Poul Michelsen gjørdist sostatt einasti løgtingsmaður fyri Framsókn eftir 6. oktober 2012.[2] Á løgtingsvali 2015 varð Poul Michelsen valdur inn aftur á ting fyri Framsókn saman við Honnu Jensen. Hin 15. september 2015 gjørdist hann landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum. Tá tók Ruth Vang sæti fyri hann. Hin 17. september 2015, tá ið nevndarsessir í Løgtinginum skuldu býtast, gjørdist Annika Olsen, ið fór úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn og gjørdist forkvinna í Fíggjarnevndini. Framsókn hevði harvið fingið 3 tinglimir á fyrsta sinni, og fyri fyrstu ferð í søgu Føroya, hevði Løgtingið fingið ein flokk við meir enn einum tinglimi ið bara vóru kvinnur.
Keldur
rætta- ↑ "Ruth Vang tók við sum forkvinna í Framsókn 6. mars 2020, eftir at Poul Michelsen segði frá sær tingsess og formanssessin fyri sjúku." Ruth Vang, framsokn.fo
- ↑ Aktuelt.fo Archived 2012-12-11 at the Wayback Machine Janus Rein hevur tikið seg úr Framsókn
- 2005 - Kraks Blå Bog