11. oktober
dagfesting
Sep - Okt - Nov | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | |
7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 |
14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 |
21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 |
28 | 29 | 30 | 31 | |||
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
11. oktober er dagur 284 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 285 um leypár er). 81 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Nikatius. Hann var grikki, sum í 2. øld boðaði evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og saman við øðrum og bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann og ein av monnum hansara, Probus, vóru tiknir av døgum av uppøstum heidningum.
Hendingar
rætta- 2010 - Poul Michelsen tók seg úr Fólkaflokkinum og gjørdist leysgangari á Føroya Løgtingi.
- 2014 - Fótbóltur A-landslið, menn, EM undankapping, dysturin varð leiktur í Windsor Park í Belfast: Norðurírland - Føroyar 0-2. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Føroyar fingu brotsspark, men málmaðurin bjargaði. 18 ára gamli Brandur Olsen, sum í 2014 hevði gjørt sáttmála við FC København, varð skiftur inn, tá ið 10 minuttir vóru eftir og fekk harvið sín A-landsliðsdebut.
Føðingar
rætta- 1766 - Nólsoyar Páll, tjóðarhetja í Føroyum (d. 1808/9).
- 1884 - Eleanor Roosevelt (d. 1962)
- 1925 - Elmore Leonard, amerikanskur rithøvundur (d. 2013)
- 1937 - Bobby Charlton, enskur fótbóltsleikari.
- 1942 - Amitabh Bachchan, indiskur sjónleikari.
- 1962 - Joan Cusack, amerikonsk sjónleikarinna.
Andlát
rætta- 2000 - Donald Dewar, skotskur politikari (f. 1937)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |