Joan Cusack

Joan Cusack (fødd 11. oktober 1962) er amerikanskur sjónleikari. Hon var fødd í New York City sum nummar tvey av fimm børnum. Hon vaks upp í Evanston, Illinois. Hon er blivin tilnevnd til Oscar-virðislønina fyri besta kvinnuliga hjáleiklutin, fyri leiklutir hennara í filmunum Working Girl og In & Out, harafturat fekk hon eina Golden Globe tilnevning fyri sín leiklut í síðstnevnda filminum. Hon hevur spælt við í øðrum filmum sum t.d. Addams Family Values, Broadcast News, Stars and Bars, Married to the Mob, Say Anything..., Arlington Road, Runaway Bride, School of Rock, Toy Story 2 og Toy Story 3.

Joan Cusack
Fan Expo 2016 - Cusack 02 (33090356786) (cropped).jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 11. okt 1962 í/á New York City
Alma mater University of Wisconsin–Madison, Evanston Township High School
Starv skemtari, filmsleikari, filmsrithøvundur, sjónvarpsleikari, raddaleikari, sjónleikari
Foreldur faðir Dick Cusack
Mál Enskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000 0000 8904 8780
VIAF 19877967
LCAuth n92054235
IMDB nm0000349
Commons Joan Cusack