Brandur Hendriksson

(Ávíst frá Brandur Olsen)

Brandur Hendriksson Olsen (føddur 19. desember 1995, vaks upp í Skálavík) er en føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir við Helsingborgs IF i Allsvenskan. Hann er fyrsti føroyski leikarin, ið spælir við bestu svensku fótbóltsdeildini. Hann spælir eisini við Føroyska fótbóltsmanslandsliðnum.

Brandur Hendriksson

Brandur Hendriksson Olsen í 2015
Persónlig kunning
Føðingardagur (1995-12-19) 19. desember 1995 (aldur 28)
FøðistaðurFøroyar
PlássMiðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Helsingborgs IF
Nummar8
Ungdómsyrkisleið
2010B71
2013-2014F.C. København
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2014-F.C. København8(2)
2016Vendsyssel FF (lán)11(0)
2016-Randers FC9(1)
2018–2019FH39(13)
2019–Helsingborgs IF24(2)
Landslið
2010-11U17 Føroyar10(0)
2010-2013U19 Føroyar6(0)
2013-2015U21 Føroyar5(0)
2014-Føroyar44(6)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 1. april 2021.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 8. juni 2021

Lívsleið innan fótbólt rætta

Fótbóltur í feløgum rætta

Hann spældi við B71 til hann 15-ára gamal flutti til Danmarkar at spæla fótbólt.[1] Hann hevur spælt sum ungdómsleikari fyri F.C. København og hevur spælt við U-19 liðnum hjá felagnum. Í september 2014 fekk hann professionella sáttmála við og gjørdist partur av hópinum til besta liðið, sum í 2014 spældi í Superliguni. Sáttmálin varir til summarið 2017.

Brandur spældi sín fyrsta dyst fyri superliga-liðið hjá FCK hin 30. oktober 2014 í einum dysti í steypakappingini 2014-15 móti FC Roskilde, har hann varð skiftur inn eftir 35 minuttum. Hin 14. mai 2015 spældi hann DBU finaluna við FC København móti FC Vestsjælland. Støðan var 2-1 til FCK, tá ið Brandur varð skiftur inn, men síðan javnaði FC Vestsjælland og tað bleiv longd spælitíð, har ið Brandur skoraði til 3-2, sum gjørdist endaliga úrslitið og FC København gjørdist harvið danskur steypavinnari.[2] Eftir at Brandur ikki fekk so nógva leiktíð í seinnu hálvu av 2015 hjá FC København, bleiv hann útlántur til Vendsyssel FF í Norðurjútlandi, har 3 aðrir føroyingar spældu við frammanundan.

Í juli 2016 gjørdi hann 3 ára sáttmála við danska Superliga felagið Randers FC.

Landsliðsfótbóltur rætta

Brandur spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar hin 11. oktober 2014 móti Norðurírlandi á útivølli, har hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Norðurírland vann dystin 3-0.[3] Tríggjar dagar seinni spældi Føroyar á Tórsvølli móti Ungarn, Brandur var við frá byrjan og spældi allan dystin. Føroyar hevði bóltin meir enn helmingin av tíðini, men tapti tepurt 0-1. Áðrenn tað hevði Brandur spælt fleiri dystir fyri U-17, U19 og U21 liðunum hjá Føroyum.

Altjóða mál rætta

Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.[4]
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1. 13. juni 2015 Tórsvøllur, Tórshavn, Føroyar   Grikkaland
2–0
2–1
UEFA Euro 2016 qualification
2. 28. mars 2016 Estadio Municipal de Marbella, Marbella, Spania   Liktinstein
1–0
3–2
Vinardystur
3. 25. mars 2018
2–0
3–0
4. 3. september 2020 Tórsvøllur   Malta
3–2
3–2
UEFA Nations League 2020–21, bólkur D

Heiður rætta

Felag rætta

FC København

Keldur rætta

  1. "sandportal.fo - Brandur H. Olsen gjørt nýggjan sáttmála við FCK". http://www.sandportal.fo/brandur-h-olsen-gjort-nyggjan-sattmala-vid-fck/. Heintað 2014-11-01. 
  2. bold.dk - Brandur Olsen sikrede FCK-triumf i pokalen
  3. UEFA.com
  4. "NFT Profile". www.national-football-teams.coml. http://www.national-football-teams.com/player/57438/Brandur_Olsen.html. Heintað 13 June 2015.