Jens L. Thomsen

føroyskur tónleikari, prodjúsari og ljóðblandari

Jens L. Thomsen (f. 1980) er ein føroyskur tónleikari, prodjúsari og ljóðblandari.

Lívsleið innan tónleik rætta

Jens er stovnari og leiðari av eksperimenterandi og innovativu tónleikaverkætlanini ORKA, ið m.a. er kend fyri heimagjørd ljóðføri og eitt serstakt sound. Í 2006 gjørdi Jens seg lidnan við sín BA við Honours í Music Technology á Thames Valley University í London. Frá 2006 til 2008 starvaðist hann sum upptøkutøkningur (engineer) í Kensaltown Recording Studios, London.

Jens hevur smíðað tónleik fyri teatur, t.d. Det Færøsche Compagnie, eins og soundtracks til ymiskar virðislønarvinnandi stuttfilmar hjá Marionnu Mørkøre & Rannvu Káradóttur og Heiðriki á Heygum. Í 2010 og 2011 smíðaði og framførdi hann tónleik til mótasýningar hjá klædnasniðgevanum Barbara í Gongini á Copenhagen Fashion Week. Umframt at hava túrað í Evropa og Norðuramerika við ymiskum listafólkum, er Jens krediteraður á yvir tredivu plátuútgávum, ið m.a. fevna um útgávur hjá ORKA, Eivør Pálsdóttur, Marthu Wainwright og Travis.

Jens vann í 2001 Prix Føroyar kappingina við bólkinum Clickhaze, móttók Student Achievement Award 2006 á Thames Valley University, var tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2009, og vann fyrstu virðisløn á Liet International 2010.

Útgávur rætta

Egnar útgávur rætta

  • 2007 - ORKA "Livandi Oyða"
  • 2011 - ORKA "Óró"
  • 2012 - ORKA "Live at Transmusicales"
  • 2014 - ORKA "Leipzig"
  • 2016 - ORKA "Vað"
  • 2018 - ORKA "Juno"

Við á øðrum útgávum rætta

  • 2009 - The Desert Holds A Flower - Knút. Jens hevur spælt bass, upptikið og ljóðblandað.
  • 2010 - Larva - Eivør Pálsdóttir. Jens hevur framleitt, upptikið og ljóðblandað.
  • 2013 - On High - Knút. Jens hevur framleitt, upptikið og ljóðblandað.
  • 2013 - Unknown - Allan Tausen. Jens hevur framleitt, upptikið og ljóðblandað.
  • 2015 - Nón - Døgg Nónsgjógv. Jens hevur framleitt, upptikið og ljóðblandað.
  • 2015 - Altverkið - Altverkið. Jens hevur framleitt, upptikið og ljóðblandað.

Heiður rætta

  • 2001 - Vann Prix Føroyar kappingina við bólkinum Clickhaze
  • 2006 - Móttók Student Achievement Award á Thames Valley University
  • 2009 - Var tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins
  • 2010 - Vann fyrstu virðisløn á Liet International
  • 2014 - Sangurin Tú tók mína hond ið Døgg Nónsgjógv syngur, er upptikin og framleiddur av Jens. Sangurin vann heiðursløn á Faroese Music Awards í bólkinum Ársins poppsangur

Keldur rætta


Slóðir rætta