Marjun Syderbø Kjelnæs

Marjun Syderbø Kjelnæs (fødd 1974) uppvaksin í Havn er føroyskur rithøvundur. Hon hevur skrivað bæði bundnan og óbundnan tekst, umframt til pall og filmshandrit. Tvey yrkingasavn eru útkomin Rót tripp í 2012 og Opna í 2016.

Lívsleið sum rithøvundurEdit

Marjun vann eina stuttsøgukapping í 2000 við søguni Russiskur dansur. Søgan kom út í stuttsøgusavni við sama heiti. Árið eftir kom stuttsøgan Kópakona í savninum Mjørki í heilum. Árið eftir kom útvarpsleikurin Trongd. Í 2004 útgav hon sítt fyrsta stuttsøgusavn, tá ið Bókadeildin útgav stuttsøgusavnið Ein farri av kolvetni. Frá 2007 til 2009 útgav hon tríggjar barnabøkur, ið allar byrja við "Hvør fjalir seg í..."

Í 2010, útgav Marjun ungdómsskaldsøguna Skriva í sandin, sum vann norðurlendsku barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum í 2011, í 2012 varð hon tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og í 2013 Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, hon vann tó ikki. Í 2011 fekk Skriva í sandin pláss í White Raven Deutsche Jugendbbibliothek, har bara tær bestu barnabøkurnar koma. Skriva í sandin er umsett til fleiri onnur mál, m.a. danskt, norskt og franskt. Í 2012 útgav hon fýra stuttsøgur í tíðarritinum Vencil. Sama árið kom fyrsta yrkingasavn hennara, Rót trip, ið er týtt til enskt og norskt. Í 2014 útgav hon sjónleikin Tóm rúm, ið Sprotin gav út. Leikurin var framførdur á Tjóðpalli Føroya.

Í 2016 skrivaði Marjun sangtekstir til sangir í tónleikaútgávuni At the heart of a Selkie sungið av Eivør Pálsdóttir, tónasmiður var Peter Jensen. Sangirnir vóru spældir av DR Big Band. Sama árið útgav hon skaldsøguna Óendaliga vera. Bókadeildin sigur at skaldsøgan snýr seg um Veru, ið liggur á ellisheimi, hon fær ikki tosa, men innan í henni floyma minnini fram av lívi hennara, um kærleikan, sum bæði var ósvaraðum og svaraður, og at "Hetta er søgan hjá fleiri ættarliðum, sum rennur saman til eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, kærleika og longsul".[1]

Frá 2014 til 2017 samstarvaði hon við filmsleikstjóran Sakaris Stórá, har hon skrivaði handrit til film hansara Dreymar við havið, ið bleiv frumsýndur á heysti 2017. Søgan í filminum er um tvær sera ymiskar gentur Ester og Ragna, har onnur kemur frá einari trúgvandi familju og hin frá einari familju ið hevur rúsdrekkatrupulleikar. Men hóast tað, so gerast tær vinkonur.[2]

Í 2020 útgav hon ungdómsskaldsøguna Sum rótskot, ið umframt at snúgva seg um vinarlag, eisini er um eitt sera aktuelt evni, veðurlagsbroytingarnar, ið fýra ung fólk úr Havn, kempa fyri at varpa ljós á, m.a. við at skipa fyri veðurlagsverkføllum við Tinghúsið. Samstundis stríðist onnur av gentunum, Miriam, við arvaligu sjúkuna cystisk fibrose, ið oyðileggur lunguni. Tey ungu velja at taka sakina í egnar hendur, men tað fær avleiðingar, ið tey ikki høvdu roknað við.[3]

Marjun hevur vunnið fleiri kappingar og móttikið og tilnevnd fleiri heiðurslønir bæði í Føroyum og øðrum londum. Í 2008 og 2020 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í 2008 fyri Hvør fjalir seg røðina, sum Hanne Bjartalíð hevur myndprýtt, í 2020 fyri bókina Sum rótskot. Í 2017 vann hon eina FMA virðisløn fyri besta sangtekstin. Skriva í sandin varð tilnevnd fleiri norðurlendskar virðislønir. Hon hevur fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins fleiri ferðir, m.a. fekk hon trý ára starvsløn í 2009 og eitt ára starvsløn í 2018.

ÚtgávurEdit

  • 2000 Russiskur dansur, stuttsøga í savninum Russiskur dansur
  • 2001 Kópakona í Mjørki í heilum
  • 2002 Trongd, útvarpsleikur, drama
  • 2004 Ein farri av kolvetni, stuttsøgusavn
    • 2006 Die Kette (Ketan) í týskari týðing í stuttsøgusavninum Von Inseln weiss ich…, útgivið av Unionsverlag
  • 2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók
  • 2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2
  • 2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
  • 2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
  • 2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?
  • 2010 Skriva í sandin - ungdómsskaldsøga, Bókadeild Føroya Lærarafelags
    • 2010 Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki (Norðurlendskt stuttsøgusavn)
    • 2012 Écrire dans le sable (Skriva í sandin), Jean Renaud umsetti til franskt í franska stuttsøgusavninum Nouvelles des pays nordiques sum merkir "Stuttsøgur úr Norðurlondum", éditions Reflets d’ailleurs, Clermont-Ferrand, 2011.[4]
    • 2012 Skriv i sandet, Hugin Eide umsetti til danskt, Torgard[5]
    • 2014 Skriv i sanden, í norskari týðing eftir Lars Moa, Samlaget[6]
    • 2015 Skrifa i sandinn, í íslendskari týðing, Bókaormurin[7]
  • 2012 Eg undrist, At týða týdningin, Allar línur spennast, Vit hava hits áður. Hesar stuttsøgurnar vóru útgivnar í Vencili 11.
  • 2012 Rót Trip - yrkingasavn, Sprotin.[8]
    • 2014 Root Trip, týtt til enskt hevur Marita Thomsen
    • 2015 Rot Tripp – Ord en route, Bokbyen Forlag, týtt til norskt hevur Lars Moa.
  • 2014 Tóm rúm, sjónleikur, Sprotin, 978-99972-1-041-8[9][10] Leikurin varð framførdur í februar 2014 á Tjóðpalli Føroya í Havn.[11]
  • 2016 At the heart of a Selkie, CD, yrkingar skrivaðar til tónleikaverk sungið av Eivør Pálsdóttir[12] tónasmiður: Peter Jensen. Framført av DR Big Band[13]
  • 2016 Opna - yrkingar, Sprotin[14]
  • 2016 Óendaliga vera, skaldsøga, Bókadeild Føroya Lærarafelags[15]
  • 2017 Dreymar við havið. Filmur, leikstjórnaður av Sakaris Stórá, Marjun skrivaði leikhandritið.
  • 2020 Sum rótskot, skaldsøga, Bókadeild Føroya Lærarafelags[16]

Um sjónleikin Tóm rúmEdit

Í 2014 útgav Marjun sín fyrsta sjónleik. Hann kom út sum e-bók hjá Sprotanum, og varð hann frumframførdur á Tjóðpalli Føroya hin 15. februar 2014. Leikurin er eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina. Eyðun Johannessen leikstjórnaði, gjørt pallmynd og búnar hevur eysturríkarin Manfred Blaimauer. Tróndur Bogason hevur skrivað nýggjan sermerktan tónleik til leikin, Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera. Tey leikandi eru: Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn.

HeiðurEdit

KeldurEdit

  1. "Óendaliga vera". Bókadeildin. 21. juni 2016. http://www.bfl.fo/oendaliga-vera. Heintað 4. februar 2021. 
  2. Vang, Sigmund (1. september 2017). "Friðleysar við havið". Dimmalætting. https://dimma.fo/grein/fridleysar-vid-havid/. Heintað 4. februar 2021. 
  3. "Sum rótskot". Bókadeildin. 13. august 2020. http://www.bfl.fo/?id=9459. Heintað 4. februar 2021. 
  4. Bfl.fo, Marjun á fronskum
  5. Forlagettorgard)
  6. Samlaget.no
  7. "Skrifa í sandinn" (in Icelandic). http://www.borgarbokasafn.is/is/content/skrifa-%C3%AD-sandinn-0. Heintað 23 February 2016. 
  8. Listinblog.blogspot.dk Tíðindaskriv: Marjun Syderbø Kjelnæs – nýtt, flott avrik
  9. Sprotin.fo
  10. Snar.fo
  11. Tjodpallur.fo, Tóm rúm
  12. Mikkelsen, Jonhard (25 January 2016). "Úr duldum dýpum" (in Faroese). Sprotin. http://sprotin.fo/show_news.php?NewsId=496. Heintað 21 February 2016. 
  13. "DR Big Bandet". halostar.net. http://www.halostar.net/singer-eivr/video/56af78258e1d4e430f8b6bc5-dr-big-bandet.html. Heintað 23 February 2016. 
  14. "Opna (Pappírsbók)" (in Faroese). Sprotin. http://sprotin.fo/show_product.php?ProductId=699. Heintað 21 February 2016. 
  15. portal.fo - Nýggj skaldsøga kemur út í dag, 21. juni 2016
  16. "Sum rótskot". Bókadeild Føroya Lærarafelags. http://www.bfl.fo/?id=9459. 
  17. EMU.dk Nordisk Skolebibliotekarforening, Nordisk Børnebogspris 2011, Marjun Syderbø Kjelnæs Færøerne
  18. norden.org
  19. Egholm, Sverri (11. mars 2017). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA 2017". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fma+2017.html. Heintað 12. marts 2017. 
  20. "Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020". Tórshavnar kommuna. 8. oktober 2020. https://www.torshavn.fo/tidindi/liv-jogvan-hjalmar-marjun-og-rakel-faa-mentanarvirdislonir-torshavnar-byrads-2020/. Heintað 4. februar 2021. 

Slóðir úteftirEdit