All In er ein føroyskur tónleikabólkur, ein dreingjabólkur. Teir gjørdist kendir í Føroyum, tá teir gjørdu eitt coverlag við sanginum Vanja hjá Jákup Eli Joensen. Sangurin gjørdist Ársins sangur á Planet Awards 2011 í versjónini hjá Jákup Eli, og í 2012 gjørdist sangurin enn einaferð Ársins sangur, hesaferð í versjónini hjá All in. Bólkurin All in gjørdi almannakunngjørdi eisini eitt videolag til sangin Vanja. Í 2013 gjørdu teir eina nýggja versjón av sanginum hjá Terja Rasmussen og Moirae frá 1996, tað varð lagt á YouTube 1. januar 2014, tó løgdu teir ein Official teaser á 30 sekund um videolagið Tú hin 31. oktober 2013.[1] Polar Films Entertainment leikstjórnaðu eitt videolag til sangin Tú í versjónini hjá All in. Í 2014 var hetta videolagið tilnevnt til Ársins videolag á Faroese Music Awards 2013.[2] Løgini ið All in gera av nýggjum verða gjørd á ein meira stillan og romantiskan hátt enn upprunaløgini.

Útgávur rætta

Stakløg, coverløg rætta

Limir í bólkinum rætta

Keldur rætta

  1. All in, New Video, Official teaser á YouTube.com
  2. "in.fo, Tilnevningar til Ársins videolag á FMA". http://www.in.fo/news-detail/news/tilnevningar-til-arsins-videolag-a-fma/. Heintað 2014-03-13. 

Slóðir rætta