Froðbiar Sóknar Bluesorkestur
Froðbiar Sóknar Bluesorkestur er eitt bluesorkestur úr Suðuroynni. Teir hava verið virknir í fleiri ár. Í 2015 góvu teir út sína fyrstu útgávu, tað var fløgan If the Ocean was Wine. Á fløguni eru átta løg, har umleið helvtin er egin løg, sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country-blues til nýggjari urban-blues. Fløgan er tikin upp í Studio Bloch. Jón McBirnie, Theodor Kapnas og Jónas Bloch Danielsen hava producerað, redigerað og mixað. Tony - Facination Street Studios hevur mastrað.[1]
Limir í bólkinum
rætta- Kristian Holbæk, vokal og munnhørpu
- Dávið Jacobsen, guitar
- Páll Holm Lave, guitar og slide
- Vilhelm Meyer, bass
- Dennis Lave, trummur
- Jóhan Petur Andreasen, hammond
- Pætur Dam, keyboard
Tónleikaútgávur
rætta- If the Ocean was Wine
Heiður
rætta- 2016 - Tilnevndur eina FMA virðisløn sum Ársins bólkur/einstaklingur í Folk, Country og Blues-bólkinum