Ólavur Jakobsen, f. 1964, er ein føroyskur tónleikari og gittarleikari. Hann er av kendu lista- og tónleikarafamiljuni av Kamarinum í Havn. Hann er sonur Eyðbjørn av Kamarinum og Ásu (f. Nielsen) úr Fámjin.

Ólavur Jakobsen í Fámjins kirkju í 2014.

Lívsleið

rætta

Ólavur fór sum smádrongur at spæla gittara. Spældi hjá m.a. við pápanum, Eyðbjørn Jakobsen, ið er ein av systkjunum í bólkinum Tey av Kamarinum. Fyrstu gittarfyrimyndir Ólavs vóru Chet Atkins, Hank B. Marvin og allir fremstu rock-gittarleikarar í 1970'unum, men eftir at hava hoyrt spanska meistaran Andrés Segovia og seinni hitt sir Julian Bream, so var leiðin løgd inn í ein heilt annan tónleikaheim.

Eingin frálæra var í gittarleiki á musikkskúla, tá ið Ólavur vaks upp í Tórshavn, og hann var so at siga sjálvlærdur innan klassiskt gittarspæl, tá ið hann, í fyrstu roynd, kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keypmannahavn.

Ólavur hevur útbúgving sum gittarleikari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann tók masterprógv í 1995. Lærari hansara var Ingolf Olsen. Harafturat hevur hann námsfrøðiligt masterprógv í gittar og el-gittarafrálæru av sama skúla. Ólavur var ársskeiðið 93/94 í Frankaríki. Hann var næmingur í París hjá franska gittarleikaranum Roland Dyens. Ólavur hevur eisini luttikið á master-classes við navnframa sir Julian Bream, Gøran Søllscher og David Russell.

Hann var í 2005 ein av teimum, ið formliga var við til at byrja Musikkskúla Miðnám, ið er ein fyrireikandi útbúgving fyri evnaríkar rútmiskar og klassiskar tónleikarar, og er hann samskipari av hesi útbúgving. Hann hevur starv sum gittarlærari á Føroya Musikkskúla.[1] og hava fleiri av hansara næmingum traðkað fram sum evnaríkir gittarleikarar m.a. Ragnar Olsen, Benjamin Petersen, Alvi Joensen og Maria Olsen.

Ólavur Jakobsen hevur spælt saman við nógvum føroyskum solistum og orkestrum m.a. Nicolinu av Kamarinum, Hanus G. Johansen, Føroya Symfoniorkestri og Aldubáruni. Hann hevur harumframt spælt við heimskendu Michalu Petri og eisini innspælt við svenska sangaranum Håkan Hagegård, umframt við íslendska bólkinum CAPUT og danska symfoniorkestrinum Collegium Musicum undir leiðslu Michael Schønwandt. Harafturat hevur hann innspælt tónleik eftir Baroli Music saman við týska orkestrinum Brandenburgisches Staatsorchester úr Frankfurt.

Hann hevur frumframført verk eftir flestøll føroysk tónaskøld, og hevur m.a. Sunleif Rasmussen skrivað fleiri verk til hansara. Ólavur hevur eisini frumframført tónleik eftir kend útlendsk tónaskøld m.a. Gavin Bryars, Per Nørgård, Hsueh-Yung Shen, Pierre Dørge, Axel Borup-Jørgensen.

Hann er sera virkin innan føroyskt tónleikavlív, bæði sum tónleikari, fyriskipari, tilrættisleggjari og íbirtari. Hann hevur sum solistur og kamartonleikari framført í flestøllum evropeiskum londum, í Suðurafrika og í U.S.A.

Eisini hevur hann verið vertur á stóru nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri heilar 6 ferðir. Fyrstu ferð í 2005. Í dag er hann búsitandi í Hoyvík.

Ólavur gav út sína fyrstu solofløgu við guitarspæli í november 2012. Útgávan kom út hjá Plátufelagnum Tutl og er ætlað altjóða marknaðinum. Tónleikurin er allur skrivaður til Ólavs, men nøkur løg hevur hann sjálvur sett út fyri sologittara.

Aðrir, ið hava skrivað tónleikin, eru Sunleif Rasmussen, Kári Bæk og Kristian Blak. Harumframt hevur hann eisini tikið eldri tónleik við, og í hesum sambandi hevur hann lagt til rættis løg hjá Jógvan Waagstein og William Heinesen. Eisini Kingolagið ”Vaag op og slae paa dine Strenge” er við á fløguni, har Ólavur Jakobsen spælir verkið í egnari útseting við støði í variatiónunum hjá William Heinesen fyri solo bratsj. Fløgan hevur fingið heitið eftir hesum lagi, men í enskari týðing: Awake, my Soul, and Sound your Strings. [2]

Fløgan hevur fingið framúr ummæli uttanlands og eru flestøll gittartíðarrit á einum máli um, at Ólavur og framførslur hansara eru tónlistarliga á hægsta altjóða stigi. Les ummæli Archived 2014-02-28 at the Wayback Machine

Aldubáran

rætta

Ólavur Jakobsen var við til at stovna og er limur í føroyska tónleikabólkinum, kamarorkestrinum Aldubáran, sum spælir klassiskan tónleik, bæði nýggjan tónleik, sum er skrivaður til Aldubáruna, og eldri klassisk verk.[3]

Tónleikaútgávur

rætta

Egnar útgávur

rætta
  • Awake, my Soul, and Sound your Strings. Tutl, november 2012.
  • Forever Gone (við Brandenburgisches Staatsorchester) Tónleikur eftir Óla Jógvansson/Baroli Music, staklag Mai 2015

Útgávur saman við øðrum

rætta

Ólavur Jakobsen hevur verið við til at spælt og/ella komponera/arrangera/framleitt fleiri tónleikaútgávur:

  • Boreas
  • Surrounded (CAPUT)
  • Signaða sól (Sanna í Brekkunum)
  • Just Before the Dawn (Corona Guitar Kvartet)
  • Dámliga Gøtan (Tvey av Kamarinum)
  • Don Quixotte (Kim Helweg) (Collegium Musicum)
  • Fýra bjarkir (Peter Hentze Niclasen) (2009) [4]
  • Janus er ein stjørna (Aldubáran) (desember 2011)
  • Light and Darkness (Anna Klett. Tónleikur eftir Kristian Blak) (desember 2012)
  • If you wait (Track 2 on Story Music by Teitur (2013) [5]

Álitisstørv

rætta

Ólavur Jakobsen hevur / hevur havt fleiri álitisstørv m.a.:

  • Nevndarlimur í Konsertfelagnum (2003-2009) Konsertfelagið Archived 2011-10-17 at the Wayback Machine
  • Formaður í Einleikarafelag Føroya (2007-2013) Einleikarafelag Føroya
  • Føroyskt umboð í Nordisk Råds Musikpris (2007/09) www.norden.org
  • Tónleikaraumboð í fyrstu úrtøkunevndini (2007-08) í Listaleypinum www.nlh.fo
  • Formaður í Listafólkasamband Føroya, LISA, starvsnevndarlimur síðan 2010, formaður 2012-13.[6]
  • Nevndarformaður og dagligur leiðari í tónleikabólkinum Aldubáruni, (1998-2005)
  • Ein av stigtakarunum til og samskipari (2005-) av Musikkskúla Miðnámi, ið er fyrireikingarskeið til hægri lesnað fyri evnaríkar tónleikarar. www.tm.fo

Keldur

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið