Jógvan Waagstein

føroyskur songlærari, kórleiðari, urguleikari, tónasmiður og málari

Jógvan (Joen) Waagstein (4. september 1879 í Klaksvík - 15. desember 1949 í Tórshavn) var ein føroyskur songlærari, kórleiðari, urguleikari, tónasmiður og málari.

Jógvan Waagstein í 1900

Jógvan Waagstein er ein undangongumaður í føroyskari myndlist, ið tók seg upp stutt eftir aldamótið 1900. Hann varð borin í heim í Klaksvík, fekk sær útbúgving sum skúlalærari og virkaði alt lív sítt sum kennari, serstakliga við Tórshavnar Kommunuskúla. Waagstein var av tí serstaka musikalska Toftanesslagnum, har ein stórur partur av tónleikarum okkara hevur sínar røtur, og tónleikur hevði hansara størsta áhuga. Hann var songlærari og kórleiðari, gav út bøkur og annað tilfar til songundirvísing og var urguleikari við Havnar kirkju. Waagstein var gávuríkur tónasmiður, og hann hevur smíðað mong umhildin løg til føroyskar fosturlandssangir og aðrar yrkingar, eitt nú eftir Janus Djurhuus, Hans A. Djurhuus og Christian Matras, ið eru vorðin fólkaogn, 32 teirra eru at finna í Songbók Føroya Fólks. Stóran týdning fekk arbeiði hansara við at savna gomul føroysk sálmaløg og leggja tey til rættis til kirkjubrúk.

Jógvan Waagstein hevði eisini stóran áhuga fyri málningalist. Sum tónleikari var hann professionellur, málningurin kom í aðru røð, men eisini á hesum øki fekk hann sera nógv frá hondini. Hann var sjálvlærdur: - "Tað sindrið av vitan, eg havi um málarí, havi eg fingið frá frú Heilmann og frk. Taylor", hevði hann á sinni fyri munni. Flora Heilmann (1872-1944), prestafrúa á Viðareiði og vinkona hennara, amerikanski ferðandi rithøvundurin Elizabeth Taylor (1856-1932), málaðu báðar, Waagstein má hava hitt tær, helst á Viðareiði, og har fingið nakað av kunnleika til málningakynstrið. Men seinni fekk hann eisini undirvísing á Statens Tegnelærerkursus í Keypmannahavn, og í 1919 var hann námsferð í Keypmannahavn og Týsklandi.

Í ungdómsárum Jógvans vaknar tjóðskaparkenslan í Føroyum, við henni ansur fyri máli og nýggjum skaldskapi, men eisini nýskapandi list í víðari merking, og møguleikin letur seg upp fyri at bera fram kenslur ikki bara við orðum, men eisini við tónum og myndum. Áhugin fyri fólksins siðbundnu mentan vekir eisini áhuga fyri landslagnum - tí umhvørvi, sum okkara serstaka mentan er runnin av. Tann norðurlendska romantiska landslagslistin, m.a. danska gullaldarmálaríið, er íblástur Jógvans, stundum kennist eitt brá av franskari impressionismu. Málarin fer út í náttúruna við myndafóti sínum og málarakassa, leitar upp vøkur útsýni yvir dalar og fjøll og stríðist við at festa sína kveiking á løriftið. Við málningum eftir Waagstein og hansara nýskapandi javnaldrum Niels Andreas Kruse og Kristini í Geil síggja føroyingar á fyrsta sinni lýsingar av sínum egna landslag, og meginpartin av 20. øld hevur landslagið verið megintemað í føroyskari myndlist.

Í langari røð av málningum lýsir Jógvan Waagstein tað føroyska landslagið, sum eingin hevði áður, hann sýndi fram málningar sínar í Havn, men umframt hevði hann framsýningar í Keypmannahavn, Oslo og Glasgow.

Keldur

rætta

Slóðir úteftir

rætta