Regin Dahl er føddur í Sandagerði í Havn 5. november 1918, deyður 29. mars 2007 í Keypmannahavn. Hann var føroyskt skald og tónaskald. Regin var sonur Jákup Dahl, próvst. Lívsstarv hansara var hjá danska forlagnum Gyldendal sum forlagsráðgevi. Dahl fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens bæði í 1973 og í 1979. Hann er eisini kendur í Føroyum fyri at hava endurnýggjað føroyskan tónleik. Tá hann fylti áttati í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Hetta var fyrstu ferð hendan virðisløn var givin.

Hann var estetikari, yrkjari, tónleikari, týðari og mangt annað. Hann var kendur í Danmark fyri at týða yrkjaran Baudelaire til danskt.

Lívssøga

rætta

Regin las fagrar bókmentir og norrønt í Keypmannahavn. Tá hann var átjan ára gamal gav hann út fyrsta yrkingasavnið "í útlegd". Hann yrkti her um útlegdina, ið er eitt afturvendandi tema í hansara skaldskapi, mest tí hann alt lívið var útiseti. Fyrstu yrkingarnar komu í Varðan í 1936. Eftir hetta skrivaði hann átta søvn. Regin kom at endurnýggja føroyska yrking. Heitini til søvnini eru egin og sýna málsligt tilvit, so sum "Beltisgyrði", ið er bandið, sum bakkamenn hava um miðjuna at heingja fuglin í, "Gongubitar", ið eru bitar, ið menn høvdu við sær í hagan, t.d. á fjalli, "Eftirtorv", ið er torv, sum sløðist eftir á heiðini.

Heiður

rætta

Útgivið

rætta
  • 1937 - Í útlegd (yrkingar)
  • 1944 - Tokkaljóð (yrkingar)
  • 1944 - Leysasøkk hittinorð
  • 1949 - Beltisgyrði (yrkingar)
  • 1955 - Óttukvæði (yrkingar)
  • 1965 - Gongubitar (yrkingar)
  • 1969 - Sneisaboð
  • 1978 - Orðakumlar/Ordkumler (yrkingar)
  • 1978 - Tríkirni (yrkingar)
  • 1981 - Eftirtorv (yrkingar)
  • 1985 - Rekagrót (yrkingar)
  • 1988 - Elliskekar, einbýlisljóð (yrkingar)
  • 1993 - Vit ið aftaná koma. Strøttlingar
  • 2000 - Smámunir (yrkingar)

Savnað og skipað

rætta
  • Barnasongbók, 1943
  • Gevið brøður, 1944
  • Sólin og Sóljan, 1948
  • Veitslugávan, 1964

Útgávur við løgum

rætta
  • 16 sjómansrímur eftir H.A. Djurhuus, 1993
  • 36 løg til føroyskar sangir, 1993
  • 35 svenskir sangir - við orðum eftir Erik Axel Karlfeldt og Gustav Fröding. Fyri tenor-baryton og klaver. 2022

Plátuútgávur

rætta
  • Lukkurímur og fagnarljóð, 1972
  • Barnarímur hjá Hans A. Djurhuus, 1974
  • 4 vísur, 1976 [1] Archived 2004-11-27 at the Wayback Machine

Keldur

rætta

Ávísingar úteftir

rætta