Grækarismessa er 12. mars. Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12. mars í 604. Á grækarismessu siga vit, at tjøldrini koma, hóast tey ofta kunnu vera at síggja væl fyrr. Á grækarismessu er nú vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi við tónleiki og røðum, har tjóðfuglur okkara, tjaldrið, og várið verða fagnað. Grækarismessudagur er almennur flaggdagur.

Grækarismessuhald í Vági í 2012


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið