Greta Svabo Bech

føroysk songkvinna

Greta Svabo Bech (fødd 1987 í Tórshavn) er føroysk songkvinna, sangskrivari og heimspekingur. Bæði foreldrini eru føroyingar, pápin úr Vestmanna og mamman úr Miðvági. Greta er fyrsti føroyingur, sum hevur fingið eina Grammy Award tilnevning.

Greta Svabo Bech í Norðurlandahúsinum á Vetrarjazzinum 2015.

Lívsleið

rætta

Greta er vaksin upp í fleiri ymiskum londum. Hon varð fødd í Havn, búði í Føroyum fyrstu 3 árini, síðan flutt familjan til Portugal, har hon búði til hon var 5 ára gomul, og síðan fluttu tey til Onglands, har tey búðu til hon var 10 ára gomul, tá flutti familjan til Singapor, har búðu tey til Greta var 18 ára gomul, tá flutti hon til Føroya at búgva eina tíð.[1] Eftir at hava búð í Føroyum í umleið eitt ár, flutti Greta til Onglands, har hon las tónleik og heimsspeki og gjørdist kandidatur nøkur ár seinni. Tað var meðan hon búði í Liverpool, at hennara lívsleið sum tónleikari byrjaði, hon gjørdist limur í tónleikabólkinum Picture Book saman við brøðrunum Dario Brigham-Bowes (keyboards/beats/percussion) og Lorne Ashley Brigham-Bowes (guitar/percussion). Hon var limur í bólkinum í 4 ár. Í 2013 flutti hon til Miðvágs at búgva, har hon framhaldandi arbeiðir við at gera tónleik og samstarvar við kend tónleikanøvn sum Deadmau5 og The Bloody Beetroots. Hon hevur eisini útgivið sín egna tónleik, eitt nú stakløgini Shut Up & Sing og Broken Bones, har video eisini er gjørd til sangirnar.

Greta lærdi at spæla violin, tá hon var 5 ára gomul. Tá hon búði í Føroyum sum 18-19 ára gomul gekk hon á MGK linjuni á Musikkskúlanum í Havn í eitt ár, eftir tað fór hon at lesa í Liverpool. Meðan Greta las á lærdum háskúla í Liverpool, var hon við til at stovna tónleikabólkin Picture Book, har hon var limur í 4 ár. Í 2010 sang hon ein sang hjá kanadiska produsaranum Deadmau5 (verður úttalað á enskum sum "dead mouse"), sum var útgivin sum videolag á YouTube og sum stakfløga í november 2011. Sangurin var eisini á fløguni 4 x 4 = 12 hjá Deadmau5, sum varð útgivin 6. desember 2011.[2] Hesin sangurin varð tilnevndur sum Besta dansiupptøkan (Best Dance Recording) á tí 54. Grammy Awards hátíðarhaldinum.[3] Sjálv Grammy Awards handanin fór fram 12. februar 2012. Greta segði við eina enska heimasíðu, at maðurin handan Deadmau5, Joel Zimmerman, hevði hoyrt nøkur løg hjá Picture Book gjøgnum hansara plátufelag, og at honum dámdi løgini sera væl.[4]

Í 2012 og 13 hevur Greta samstarvað við italsku duo'ina The Bloody Beetroots, hon syngur sangin Chronicles of a Fallen Love.

Í september 2013 gav kenda amerikanska songkvinnan Cher út eina nýggja fløgu, Closer to the Truth, har Greta hevur gjørt bæði orð og lag til ein av sangunum, saman við , talan er um sangin "My love".[5]

Útgávur

rætta

Egin løg

rætta
  • Shut Up & Sing (2013)
  • Broken Bones (2013)
rætta

Aðrar Sangir

rætta
Ár Sangur Artist Album Leiklutur
2010 Raise Your Weapon Deadmau5 4x4=12 Sangari
2013 My Love Cher Closer to the Truth Sangskrivari[7]
2013 Circles Greta Svabo Bech In a Time Lapse (Ludovico Einaudi Remixes, EP) Sangari/Sangskrivari
2013 Runaway The Bloody Beetroots Hide Sangari/Sangskrivari

Musikkvideoløg

rætta

Sum høvuðsartistur

rætta
  • Shut Up & Sing (2013)
  • Broken Bones (2013)

Sum gestasangari

rætta
  • "Chronicles of a Fallen Love" (við The Bloody Beetroots) (2013)

Heiður

rætta
Ár Artistur Virðisløn Flokkur Úrslit Kelda/viðmerking
2012 "Raise Your Weapon" Deadmau5 ft. Greta Svabo Bech 54th Annual Grammy Awards Best Dance Recording Tilnevnd [8]
2012 Greta Svabo Bech Planet Awards 2012 Ársins songkvinna Tilnevnd [9]
2014 Greta Svabo Bech Faroese Music Awards Ársins songkvinna (popp-bólkurin) Vann
2014 Greta Svabo Bech Faroese Music Awards Ársins videolag fyri Broken Bones Vann Leikstjóri: Jamie Quantrill[

Keldur

rætta
  1. Kvf.fo, Greta Svabo Bech er boðin til Brunsj
  2. "Vagaportal.fo, Sangur hjá føroysku Gretu fer um allan heim". http://www.vagaportal.fo/pages/posts/sangur-hja-foroysku-gretu-fer-um-allan-heim-6389.php. Heintað 2012-02-09. 
  3. Grammy.com, Exploring The GRAMMYs' Dance/Electronica Field Nominees
  4. Liverpoolecho.co.uk, Picture Book singer Greta Svabo Bech on how she came to feature in a Deadmau5 set
  5. "Planet.fo, Cher syngur lag hjá føroysku Gretu". http://planet.fo/grein/cher_syngur_lag_hja_foroysku_gretu. Heintað 2013-09-05. 
  6. http://www.spin.com/articles/zeds-dead-shut-up-sing-greta-svabo-bech-stream/
  7. http://www.allmusic.com/album/closer-to-the-truth-mw0002557335
  8. http://en.wikipedia.org/wiki/54th_Annual_Grammy_Awards
  9. "Archive copy". http://planet.fo/grein/hesi_eru_tilnevnd_til_planet_awards_2012. Heintað 2013-12-11. 

Slóðir úteftir

rætta